KOMMUNUVAL
Ein atkvøða var meira í atkvøðukassanum enn talið á eiðisfólki, sum høvdu valt, og fekk hetta tveir eiðismenn at kæra valið til bygdarráðið. Eftir at bygdarráðið hevði burturvíst kæruni við teprum meiriluta, var málið kært til Føroya Landsstýrið.
Tá eitt mál verður lagt fyri ein fyrisitingarligan myndugleika, skal myndugleikin fyrst av øllum kanna eftir, at myndugleikin hevur heimild til at viðgera málið, og um so er, hvussu langt hendan heimild røkkur. Landsstýrið er ein fyrisitingarligur myndugleiki ? tann ovasti í Føroyum ? og skal landsstýrið tí eins og allir aðrir fyrisitingarligir myndugleikar støðugt hava heimild til sítt virksemi.
Ivasama heimildin
Avgerðin hjá Eiðis bygdarráð um at burturvísa kæruni um kommunuvalið, varð kærd til landsstýrið við tilvísing til §24, stk. 3 í kommunuvallógini . Sambært hesi grein skal kommunustýrislimur sleppa úr bygdaráðnum, um hann vegna ringa heilsu, starv ella virki sítt ella tílíkt hevur góða grund til tess. Í lógargreinini stendur einki um kærur, sum hava við sjálvt valið at gera. Eingin heimild er heldur í hesi lógargrein til landsstýrið at viðgera kærur um kommunuval.
Kommunuvallógin inniheldur heimildir til landsstýrið at viðgera kærur í sambandi við kommunuval. Ein tílík heimild er at finna í §24, stk. 4. Her verður landsstýrismanninum heimilað at viðgera kærur um avgerðir, sum bygdaráðið hevur tikið viðvíkjandi umsóknum um at sleppa undan vali og áheitanum um at sleppa úr bygdaráðnum. Men heldur ikki her er nøkur heimild til landsstýrið at viðgera kærur um sjálvt valið.
Sambært Løgmansskrivstovuni er málið viðgjørt við heimild í tí danska tekstinum í kommunuvallógini §24, stk. 3. Trupulleikin við hesum er tó, at tann danski teksturin í kommunuvallógini varð ógildaður við lóg 6. oktober 2000 . Tann danski teksturin var sostatt ikki galdandi lóg í Føroyum longur, tá kæran hin 15. desember 2000 var send landsstýrinum. Kortini nýtir landsstýrið danska tekstin sum heimild. Tað minsta, sum sigast kann um hesa mannagongd er, at hon er óvanlig.
Greiða heimildin
Landsstýrið hevur heimild til at viðgera kærur um kommunalar myndugleikar, og soleiðis eisini eina kæru um Eiðis bygdarráð. Hendan heimild finst í kommunustýrislógini. Men heimildin er ikki óavmarkað. Sambært § 48 í kommunustýrislógini skal landsstýrismaðurin í kommunumálum hava eftirlit við kommununum. Hetta merkir m.a. at landsstýrismaðurin skal góðkenna ávísar avgerðir, sum kommunustýri taka. Hendan heimild ber í sær, at ein kommunal avgerð kann vera ógildug um so er, at hon ikki er góðkend av landstýrismanninum.
Ein onnur heimild er í § 55 í kommunustýrislógini. Sambært hesi grein kann landsstýrismaðurin í kommunumálum ógilda eina avgerð hjá bygdarráðnum, um avgerðin er ólóglig. Fyri at kunna ógilda eina avgerð, við heimild í § 55 skal fyrst av øllum staðfestast, um avgerðin er ólóglig. Í summum førum er einki at ivast í, og tá kann landsstýrismaðurin taka avgerðina sjálvur. Í øðrum førum kann tað vera trupult at staðfesta um ein avgerð er ólóglig ella ikki. Í tílíkum førum er vanligt um okkara leiðir at leggja spurningin fyri rættin. Kemur rætturin til ta niðurstøðu, at avgerðin er ólóglig, so hevur landsstýrismaðurin heimild sambært § 55 at ógildað avgerðina.
Landsstýrið valdi ivasemið framum rættin
Hvat hevði landsstýrið so heimild til at gera við kæruna frá Eiðismonnunum báðum?
Sum sæst omanfyri, so hevur landsstýrið onga heimild til at meta um uppgerðina av einum kommunuvali.
Tað, sum landsstýrið hevur heimild til í hesum málinum er at meta um, hvørt avgerðin hjá Eiðis bygdarráð, um at burturvísa kæruni frá Eiðismonnunum báðum, var lóglig ella ikki. Talan er um eina fyrisitingarliga avgerð, og hendan má ikki vera ávirka av, um bygdarráðslimirnir eru nøgdir við valúrslitið ella ikki. Er avgerðin ávirka av politiskum og/ella persónligum fyrilitum, so er talan um valdsbendan, sum merkir at avgerðin er ólóglig.
Henda spurning kundi landsstýrið latið rættin tikið støðu til. Landsstýrið kundi so avgjørt kæruna um Eiðis bygdarráð, við støði í einum rættarúrskurði. Men landsstýrið nýtti ikki henda møguleikan. Í staðin valdi landsstýrið at avgerða málið við sera ivasamari heimild.