Hon hevur arbeitt á løgregluskrivstovu í 23 ár, og serliga um sumrarnar eru hon og maðurin, sum er barberur og hevur klipt í Saltangará í 42 ár, ofta á floti. ? Okkum dámar ómetaliga væl at fiska og flóta, sigur Sunneva Dalsgaard Hansen. Sunneva er ættað úr Skálavík. Hon sleit sínar barnaskógvar í umhvørvinum á Mølini, har pápin, Viggo Dalsgaard, hevði handil. Mamman var Sigrun, ættað úr Flyttingi í Skopun. Tey gomlu eru bæði farin.
Sum ung var hon í skrivstovulæru í Landshandlinum í Havn, har hon fekk sína útbúgving.
- Eg og Jógvan, sum er ættaður úr Leirvík, giftust hin 28. desember í 1974. Vit eiga trý vaksin børn. Húsini bygdu vit í Saltangará, og her hava vit búð øll árini.
Sunneva sigur, at eftir at tey giftust og fingu børn, var hon heimaarbeiðandi í tilsamans 13 ár, til hon fór útaftur á arbeiðsmarknaðin. Síðan 1989 hevur hon havt skrivstovustarv á løgreglustøðini í Runavík, og har starvast hon framvegis.
Men arbeiðsdagurin á løgreglustøðini í Runavík og í hølunum, har Jógvan klippir á Høgabóli, er ikki alt lívið hjá hjúnunum báðum.
- Jógvan hevur klipt í 42 ár í Saltangará, og í ár eru tað fimmti ár, síðan hann byrjaði at læra hjá Eskild Norðbúð í Klaksvík, sigur Sunneva, sigur Sunneva.
Stóra ítrivið hjá hjúnunum er at vera saman á báti.
- Vit hava havt bát í nógv ár. Høvdu soleiðis eitt seksmannafar úr Kaldbak í fleiri ár, og nú hava vit ein Viksund Combi, sum er 23 føtur langur og er kombineraður til fiskiskap og frítíðarsigling.
Sunneva sigur, at tað er serliga um sumrarnar, at tey í frítíðini eru á floti, men tey plaga eisini at loysa aðrar góðar løtur gjøgnum árið.
- Vit eru fyri tað mesta eystanfyri. Plaga at leggja um Hamragrynnuna heiman fyri Nevið, og síðan fara vit eystur á leiðirnar við Høgnaboða, har nógv góð fiskimið eru.
Hon sigur, at Jógvan plagar at hava tein við fýra húkum undir snelluni, og sjálv hevur hon oftast dorg undir sínari snellu.
- Vísir tað seg, at tað tekur betri á agn, plagi eg at egna beiturnar, og tað riggar eisini, tá væl ber til. Vit brúka tær gomlu vágasnellurnar, og soleiðis er tað blóðtrýstið ? og ikki oljutrýstið ? sum er í gongd, tá vit eru á floti, leggur hon brosandi aftrat.
Hjúnini eru við nýggja bátinum eisini vorðin partur av stuttleikasigling, sum hevur vundið upp á seg í Føroyum seinnu árini.
- Jú, vit hava verið á nøkrum stevnum, síðan vit keyptu hendan bátin. Vit vóru soleiðis á onkrari stevnu í fjør, og tá bátafestivalur var á Toftum herfyri, vóru vit eisini við har, sigur hon.
Sunneva og Jógvan hava havt nógvar góðar løtur saman í bátinum.
- Hetta hava verið ótrúliga góðar og gevandi løtur, bæði til likams og sálar, eins og vit soleiðis eisini eiga nóg mikið av ymiskum fiskamati gjøgnum alt árið, sigur Sunneva Dalsgaard Hansen.