75. partur
Christian Cornelius Danielsen var sonur Lise Margrethe f. Reinert (1812-1869) og Daniel Danielsen, í Tranti, (1813-1896), timburmann í Havn.
Hann kom fyrst at arbeiða hjá landfútanum, síðan gjørdist hann fulltrúi hjá sorinskrivaranum. Hann kom tá fleiri ferðir at vera settur sorinskrivari.
Hann var við til at stovna Tórshavnar Fráhaldsfelag. Umframt sítt starv í sparikassanum og sum postmeistari hevði hann onnur álitisstørv. Hann var fýra ár limur í kommunustýrinum í Havn og gjørdist kommunugrannskoðari í 1894.
Hann var stigtakari til at stovna tryggingarfelag fyri avvarðandi hjá sjólátnum í 1882 og var formaður frá 1901.
C.C. Danielsen hevur verið ein sera fjølbroyttur maður. Men hann hevur ikki verið heilt vanligur heldur. Hann var víttgangandi á átrúnaðarliga økinum og er fyrimyndin fyri ”sparekassebestyrer Ankersen” í Glataðu spælimonnunum. William Heinesen hevur vist gjørt nakað nógv av, men søgur siga, at nakað var um hetta.
Hann var mammubeiggi Daniel J. Danielsen, sum var trúboðari í Congo í 1901-3, og sum hevur verið umrøddur í Miðvikuni. Hann hevur eisini búð hjá mammubeiggjanum.
Sonurin misti børnini
C.C. giftist við Onnu Sofíu Larsen úr Porkeri.
Tey fingu tvey børn. Lisa Margretha f. 1885 giftist við einum verkfrøðingi í Århus. Tey fingu tveir synir. Annar teirra, Niels, var eitt skifti giftur við Kirsten Juelsvig, systirdóttir Kjartan Mohr. Hann teknaði kendu reklamuna fyri ferðamannaskipið Tjaldur, har ein maður hongur í berginum og fleygar. Einki er vitað um eftirkomarar í hesi grein.
Sonurin Johan Danielsen kom at fylgja pápa sínum bæði sum postmeistari og sum sparikassastjóri í mong ár. Hann giftist við Margrethu Christina Elisabeth Müller, f. 1896. Tað gekk illa við børnum hjá teimum. Tey fingu ein son Hans Christian í 1929. Síðan fingu tey eina deyðfødda dóttir í 1934. Men í 1935 doyr Hans Christian bráddliga av sjúku. Fólk minnast enn, hvussu syrgiligt hetta var.
Gravsteinurin sigur nakað um familjusamhaldið. Umframt C.C og konan Anna Sofía, liggja her pápi hennara, Johan Larsen, og børnini hjá Johan Danielsen. Fólk minnast, at Johan javnan plagdi at fara á grøvina hjá børnunum á veg frá arbeiði. Har hann stóð við húgvuni eina løtu, til hann fór avstað aftur.
Victor Danielsen var systkinabarn Johan Danielsen. Ein mánaða eftir, at Hans Christian var deyður fingu Rikka og Victor ein son, og tey kallaðu hann Hans Christian eftir trímenninginum. Hesin Hans Christian fekk eisini eitt stutt lív. 22. desember 1963 slerdi hann út av trolaranum Vágbingi, bert 28 ára gamal. Minnist enn hvussu skakandi hesi deyðsboð vóru beint undan jólum. Hans Christian var ein framúrskarandi unglingi, raskur, fittur og góður at vera saman við.
Tað ber til at lesa nógv meira um C.C. og Johan Danielsen í bókini Eikirøtur, skrivað av Zakarias Wang, og sum er í hvørjum húsi í Føroyum.
Konan var heimadoktari
Anna Evensen, dóttir Evu og Andreas C. Lützen, giftist við próstinum Jens Christian Evensen. Beint áðrenn hon doyði í Danmark varð hennara sera áhugaverda lívssøga niðurskrivað. Hon var í 2003 prentað í FF-blaðnum. Her var eisini ein frásøgn um Onnu Sofíu, konu C. C. Danielsen. Hon var roknað fyri at vera eitt so sjáldsama gott fólk. Hon hevði eisini evnini at grøða fólk, sum Anna greiðir frá:
Der var en Frue i Thorshavn, der havde ganske mærkelige evner til at helbrede syge.
Hendes fader, min mands fætter, havde den samme mærkelige evne, han var det man i Danmark kalder "klog mand". Da fruen var barn, lurede hun udenfor faderens dør, når han havde patienter, for at opfange råd. Sådan interesserede hun sig allerede dengang for det. Senere læste hun i gamle bøger og opskrifter, samlede urter og kogte dem og havde altid nogle krukker stående med noget i. Hendes højeste ønske var blot at kunne hjælpe sine medmennesker.
En dag kom der en mand ind til hende i Thorshavn og sagde: "Gode fru Danielsen, De må hjælpe mig, jeg har koldbrand i armen".
"Nej, det kan jeg ikke, De må gå til fysikus". "Men fysikus vil sætte armen af, hjælp mig, gode fru Danielsen." – "Nå ja, lad mig da se armen." Manden smøgede frakken og skjorteærmerne op over den tykke blå arm. Da fru Jacobsen havde set lidt på den, tog hun en nål og stak den ind i en af årene ved håndleddet, om det var i pulsåren ved jeg ikke, strøg med hånden armen ganske langsomt oppe fra og nedad, idet hun sagde: "Hjælp mig Jesus." Hun blev ved med at stryge armen, indtil der kom nogle dråber blod. Dagen efter gentog det samme sig og så fremdeles. Jeg tror, at hun stak nålen ind hver dag, men ved det ikke. En måned efter var manden rask. Denne arm vilde lægen sætte af helt oppe ved skulderen.
Der var en sømand, Debes, der havde fået beskadiget tommelfingeren, så der gik koldbrand i den. Debes gik til lægen, der sagde, at han vilde tage hele hånden: "Men kom på mandag, så skal jeg afgøre det."
Dette var om lørdagen, lægen var ikke meget for at amputere om søndagen. Den næste dag, altså om søndagen, gik Debes over til fruen og bad hende om hun ikke vilde hjælpe ham. "Nei, De må skam gå til doktoren med den finger," svarede hun. "Til doktoren! Men han vil tage hele hånden" – "Nå, så får vi se, kom igen i morgen." Om mandagen gik han i en stor bue udenom lægeboligen og ned til hende, og hun tog ham så under behandling. Fjorten dage efter var han rask.
Jeg fik engang eksem på panden,og jeg var også nede hos hende. Når jeg gik til og fra hende, havde jeg et stort og tæt slør på for at lægen ikke skulde kende mig. Også mig kurerede hun. Hendes ry er stedse stigende, og der kommer syge til hende fra snart sagt alle øerne.
Komandi partur:
Í komandi parti verður greitt frá grøvini hjá Erik og Viggo Bærentsen. Teir doyðu báðir 1 ára gamlir. Tí verður umrøðan um Christian Bærentsen, pápa teirra, sum var einasti føroyski amtmaðurin.