Kong Klæmint í essinum

Klæmint Olsen og NSÍ hava fult stigatal eftir trý umfør. Framherjin er glóðheitur og hevur nú skotið seks mál í trimum dystum

Klæmint Andrasson Olsen er toppskjútti í føroyskum fótbólti. Hann skjeyt flest mál í Effo-deildini í fjør, og hann hevur skotið flest mál í Effo-deildini higartil. Tá ert tú av sonnum toppskjúttin í føroyskum fótbólti.
NSÍ hevði sunnudagin vitjan av AB og argjamonnum. Tríggjar ferðir í dystinum hevði liðskiparin hjá NSÍ avgerandi bóltnertingar, sum avgjørdu dystin. Hann er ein áleypari av gamla slagnum og ein marra at spæla yvir fyri.
Hann er kropssterkur, fullur í orku, ágrýtin sum fáur áleypari og so hevur hann eginleika at umseta møguleikar til mál.
Hann er í løtuni snøgt sagt føroyska mest skorandi fótbóltsspælari!

NSÍ tað sama, AB í nýggjum hami

Tað var stórur munur á liðnum við Løkin í gjár. NSÍ var øll trý málini betri enn argjamenn, sum mugu heim at finna útav hvat teir vilga í ár. NSÍ liðið sær út sum tað plagar. Pól Jóhannus Justinussen og Karl Løkin hava skift, so breiddin er ikki tann sama.
Hinvegin, so er skapið og skipanin á liðnum er tann sama. Allir spælararnir, sum byrjaði inni í gjár hava spælt í felagnum í minst eitt heilt kappingarár í felagnum áðrenn. Fleiri av teimum ganga aftur fyri fleiri ár.
Tað sæst aftur á spælinum á vøllinum. Meðan AB við fleiri nýggjum spælarum á vøllinum hevði ilt við at finna eina skipan. Fyri AB eru Hans Jørgensen, Jógvan Isaksen, Sørin Samuelsen, Bárður Olsen, Jógvan Skeel Nolsøe og Jóan Símun Edmundsson nýggir í felagnum frá í vetur.
Bill M. Jacobsen hevði hesa ferð valt at flyta Sorin Anghel á vinstra vong, fyri síðani at hava Sørin Samuelsen og Jógvan Isaksen í miðverjuni. Teir fingu úr at gera, tí Klæmint var í essinum í góðverðinum í gjár.

Tríggjar ferðir Klæmint

Fyrsta avgerandi aktiónin hjá Klæminti kemur aftaná ein hálvan tíma. NSÍ hevur havt fleiri væl spælt álop í vinstru síðu, men hesa ferð er uppspælið í høgru. Andy Olsen leggur bóltin innfyri, har Klæmint heldur AB verjuni vekk og leggur bóltin fyri føturnar á Jann Martini Mortensen, sum skorar.
Bara fýra minuttir seinni er aftur gali. Hesa ferð er tað so úr vinstru síðu hjá NSÍ, at álopið kemur. Árni Frederiksberg leggur bóltin væl innfyri, og har er Klæmint á blettinum. Tvey mál upp á fýra minuttir og AB liðið sigldi runt á vøllinum.
Hesar 36 minuttirnar ger AB fleiri verjuvillur enn teir gjørdu alla seinnu hálvu í fjør. Upp til fleiri ferðir slapp NSÍ í mótálop, tí argjamenn ikki raktu sínar egnu, og heldur ikki megnaðu at sparka vekk.
Deyðaslagið fyri AB kom, tá Árni Frederiksberg enn eina ferð legði bóltin innfyri til Klæmint. Við framúr málnøsini verður bólturin enn eina ferð sparkaðu í kassan.
Tað er meiri enn ein hálvur tími eftir, men NSÍ hevur longu avgjørt dystin. Teir hava spælt AB liðið umkoll og við Klæmiti á odda hava teir mannin, sum júst kann avgera fótbóltsdystir.

Uttan skap og endamál

Tað var ilt at fáa eyga á endamálinum hjá AB í dystinum. Sum skilst, so var alt liðið væl fyrireikað til dystin. Hetta segði millum annað Jóans Stenberg, liðskipari hjá AB, eftir dystin. Tí tykist tað eitt sindur undarligt, at argjamenn vóru so ráðaleysir tá dómarin eina ferð bríkslaði dystin í gongd.
Hóast ein mann fleiri á miðvøllinum, so megnaðu royndir menn sum Bárður Olsen og Kári Nielsen ikki at seta seg á miðvøllin.
Sørin Samuelsen og Jógvan Isaksen høvdu úr at gera við at halda fast í Klæminti, meðan bakkarnir taptu tvídystirnar við vengurnar hjá NSÍ.
Eitt var at AB ikki megnaði at halda NSÍ vekk frá egnum øki, men í álopsspælinum var lítið afturgangandi spæl. Sorin Anghel varð fluttur fram á vinstra vong, men Jónhard Frederiksberg hevði ein av sínum heilt góðu døgum á høgra bakki.
Jógvan Skeel royndi sítt á høgra vongi, men úrslitið var at Jóan Símun Edmundsson ikki kom í nógvar góðar støður.
Um tað var manglandi stuðul sínum viðspælarum ella bara ein ringur dagur hjá Jóan Símuni er ilt at meta um, men Jóan Símun kom ikki til nakran líkinda møguleika í fyrra hálvleiki.

Jóan Símun á vongin

Til seinna hálvleik valdi Bill M. Jacobsen at flyta Jóan Símun Edmundsson á høgra vong. Hetta broytti nakað um spælið og AB kom fram til nakrar møguleikar, men tað var ongantíð so at leiðslan hjá NSÍ var hótt.
Bill M. Jacobsen og Oddbjørn Joensen hava eina torføra uppgávu í løtuni, tí teir hava eitt lið, sum er fult av sentralum miðvallarum, men manglar vengir. Teir mugu finna eitt uppspælt ella ein frymil, har teir fáa mest møguligt burtur úr landsliðsframherjanum.
Dysturin í dag vitnar eisini um, at venjaraparið er í holt við at finna eina samanseting, sum riggar fyri AB og Jóan Símun.

Nýggju stig og níggju mál

NSÍ er í løtuni oddlið í Effo-deildini. Fótbóltslagið er gott, men higartil hevur liðið spælt móti tveimum uppflytarum og AB, sum er uppflytari frá árinum fyri. Tað er heilt greitt, at skal NSÍ lena seg upp í móti Evropa-fótbólti, so verður Klæmint Andrasson Olsen lykilin.
Hann hevur skotið seks mál í trimum dystinum. Tað eru fýra mál fleiri enn tann næsti á toppskjúttaralistanum.

[email protected]

Stubbi 1:

Klæmint fekk sítt hattrick

Faroesoccer.com boðar frá, at Klæmint Andrasson Olsen nú er skrásettur sum málskjútti til 1-0 til Skála. Tað var av fyrstan tíð markerað sum sjálvmál, men nú er avger tikin um, at málið verður tillutað Klæminti

Stubbi 2:

Tríggir torførir

NSÍ hevur komandi trý umførini á pappírinum torførar uppgávur. Teir skulu spæla á útivølli móti ÍF, HB og EB/Streymur.
Fyri argjamenn verður talan um týðandi uppgerð móti Skála í komandi umfari. Skála hevur einki stig fingið higartil.

Pluss: Tað ber ikki til at koma uttan um verðrið ein slíkan summar dag við Løkin. Sól skal verða vælkomin at seta sín dám á Effo-deildina í ár

Minus: At síggja stríðsviljan hjá AB verða vekk. Teir var eyðkenni hjá teimum í fjør, men avrikið í gjár var for vánaligt.

Spælarametingar:

Andras Gango: 4
Hevði eina framúr bjarging í seinna hálvleiki, men kom annars ikki undir stórvegis trýst. Gjørdi tað hann skuldi.

Jónhard Frederiksberg: 5
Spældi framúr væl á høgra bakki. Umframt at verða tryggur í sínum spæli, so vann hann at kalla allar nærdystirnar hann fór í.

Jens Joensen: 4
Gjørdi sína skyldu í verjupartinum. Kom ikki ordiliga undir trýst, men tók teir dystirnar upp, sum hann skuldi og kom væl frá tí.

Einar Tróndagjógv: 4
Tryggur í tí mesta, sum hann fyritók sær í verjuni. Eins og Jens, so kom hann ikki undir stórvegis trýst.

Monrad H. Jacobsen: 3
Kom faktist væl frá uppgávuni, men ta var klárt at tað var í hansara síðu, at AB ætlaði sær í gjøgnum. Kom væl framvið í fyrra hálvleiki, men fekk tað meiri trupult í seinna hálvleiki.

Magnus H. Olsen: 4
Hóast ein mann í undirtal á miðvøllinum, so megnaðu Magnus og Sjúrður at vinna dystin á miðvøllinum. Serliga Magnus fylti nógv bæði við og uttan bólt.

Sjúrður Jacobsen: 3 (Út 61.min)
Fylti eitt sindur minni enn Magnus, men hevur gott eyga fyri spælinum. Skapar javnvág á miðvøllinum.

Jann Martin Mortensen: 3
Skoraði eitt mál og spældi sum so væl. Ger tó ikki so nógv, men velur tað einfalda. Tað er verður helst undirmett, tí tað sæst ikki altíð so væl aftur.

Árni Frederiksberg: 4 (Út 70.min)
Legði upp til bæði málini hjá Klæminti. Er ein støðug hóttan og hevur nøkur málrættaði innlegg. Skapti órógv hvørja ferð hann leyp á.

Andy Olsen: 4 (Út 80.min)
Spældi somuleiðis á hinum vonginum. Átti lut í fyrsta málinum og er altíð til reiðar at taka móti bóltinum. Vongspælið hjá NSÍ er ein avgjørd styrki.

Klæmint A. Olsen: 5
Tvey mál og eitt upplegg er akkurát ikki nóg gott til eitt 6-tal, tí mótstøðan era v veikara slagnum í dag. Besti maður á vøllinum og ein sannur áleypari av gamla slagnum, sum nú tevjar gullskógvan annað ár á rað.

Haraldur R. Højgaard: 3 (Inn 61.min)
Kom inn á miðvøllin fyri Sjúrð. Er meiri áleypari, men fylti væl á miðvøllinum.

Meinhard Olsen: 3 (70.min)
Kom inn fyri Árna Frederiksberg á vonginum. Var fyri tað mesta í verjustøðu, men einki kom ígjøgnum í høgru hjá NSÍ.

Jákup Andrias Gaardbo: (80.min)
Var ov stutt inni til at gera ein meting.

AB:

Hans Jørgensen: 3
Gjørdi ikki avgerandi bjargingarnar og tóktist mangla evnini til at leiða verjupartin. Ilt at geva honum skyldina fyri nakað av málunum.

Jónas Stenberg: 2
Bleiv yvirspældur fleiri ferðir í fyrra hálvleiki. NSÍ hevur styrkina í vongspælinum og tað megnaði AB ikki at steðga.

Sørin Samuelsen: 2
Hevði sjónligar trupulleikar av Klæminti. Fekk avgerandi fót á í fleiri førum, men tú hevði eina hóming av, at AB ikki hevði tamarhald á verjupartinum.

Jógvan Iskasen: 2
Hevur fyrr havt trupulleikar Klæminti og tað var eisini tilfeldið hesa ferð. Spældi fyri fyrstu ferð undir liðini á Sørini. Samanlagt manglaði stýring.

Beinir Ellefsen: 3 (Inn 88.min)
Kom betri frá tí framrættaði og kom við fleiri yvirlappum, men tað bleiv ikki umset til nakað.

Bárður Olsen: 2
Hóast ein mann í yvirtal, so taptu Bárður, Kári og Jobin/Mikkjal dystin á miðvøllinum. Bárður vann ov fáar bóltar, dekkaði og fáar metrar og avleveringarnar vóru ov óneyvar.

Kári Nielsen: 3 (Út 51.min)
Var tann besti av miðvallarunum. Vann fleiri bóltar og slapp sær eisini skilagott av við bóltin. Bleiv útskiftur tíðliga í seinna hálvleiki.

Jobin Drangastein: 2 (Út 28.min)
Fekk bara 28 minuttir á vøllinum. Megnaði ongantíð at seta sítt fingramerki á dystin. Fór út skaddur.

Jógvan Skeel Nolsøe: 2
Millum sjónligastu spælararnar hjá AB. Var nógv á bóltinum og bjóðaði av, men tað endaði ov sjáldan við nøkur frammanfyri málinum. Haltaði eisini við afturrennignini.

Sorin Anghel: 3
Spældi fyrra hálvleik á vinstra vongi og seinna hálvleik á miðvøllinum. Fekk millum lítið og einki burturúr á vonginum, men var sera sterkur í deyðbóltsstøðum. Nógvar feilavleveringar.

Jóan Símun Edmundsson: 3
Besti spælari hjá AB, men mátti gera alt sjálvur. Liðið hevur ikki røttu samansetingina til at stuðla undir honum. Tók fleiri skeivar avgerðir, tá hann dribblaði og misti bóltin mitt á vøllinum, men fekk heldur ongan hjálp.

Mikkjal T. Hentze: 2 (Inn 28.min)
Megnaði eins og Jobin ikki at seta á miðvøllin. Var við onkrari góðari aktión, men ikki nokk til at koma upp á um 2 talið.

Karstin Højgaard: 2 (Inn 51.min)
Royndi at leggja trýst á verjuna og tordi at bjóða av, tá hann fekk bóltin. Tað kom bara ov lítið burtur úr og bleiv heldur ikki spældur upp.

Christian í Garði: (Inn 88.min)
Ov stutt inni til at gera ein meting.