Kongafiskur dýrari enn toskur

Í seinastuni er tað hent av og á á Fiskamarknaðinum, at prísurin á kongafiski hevur togað upp ímóti prísinum á toski, og á uppboðssøluni í dag fór kongafiskurin upp um toskin. Nøgdin var ikki stór, men besti prísurin fyri kongafisk I var 18.10 krónur fyri kilo, og meðalprísurin var 16,25 krónur.

Toskaprísurin var munandi lægri. Toskur I fór fyri 14,57 krónur kilo í meðal í dag, toskur III fór fyri 13,28 krónur, og meðalprísurin á toski IV var 11,54 krónur.

Knappliga 10 tons vóru av hýsu á uppboðnum í dag. Hýsa II fór fyri 10,83 krónur og hýsa III fyri 10,54 króbur fyri kilo í meðal.

Havtaskuprísurin fekk eitt kvink uppeftir í dag. Stødd II fór fyri 38,39 krónur og stødd III fór fyri 36,91 krónur í meðal.

Aftur í dag var væl av svartkalva - 40 tons, sum fóru fyri 25,94 krónur í meðal fyri kilo.

Tilsamans seldi Fiskamarknaður Føroya góð 130 tons í dag fyri hálva triðju millión krónur.