Sunnudagin 11. oktobur kl. 19 hevur Valby Musikkorps konsert í hølum Frelsunarhersins í Valby Langgade 83. Hendan konsertin ber heitið ?før Færø fest,? og kemst hetta av, at orkestrið seinni í mánaðinum skal luttaka í 85 ára haldinum fyri stovnan Frelsunarhersins í Føroyum.
Orkestrið verður stjórnað av Erik Silfverberg, sum er ein kendur komponistur og hevur gjørt løg til nógvar sangir, sum verða nýttir í Frelsunarherinum.
Konsertin er ókeypis og øll eru vælkomin. Fyrireikararnir vóna at síggja nógvar føroyingar til konsertina.