Koper hevur eina lítla favorittstøðu móti NSÍ

Her eru oddsini upp á dystin NSÍ-Koper

Í kvøld klokkan 19.45 spælir NSÍ fyrra dystin í øðrum undanumfarinum í Conference League.

 

Dysturin verður móti slovenska liðnum, Koper. Dysturin verður leiktur á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík.

 

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.

 

Koper hevur eina lítla favorittstøðu hjá veddingarfyritøkunum, ið lata odds upp á dystin.

 

Oddsini upp á heimasigur til NSÍ liggja millum 2,75 og 3,25.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,30 og 3,60.

 

Oddsini upp á útisigur til Koper liggja millum 2,00 og 2,17.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##