Korona: Tað er eingin ábending um at panikkur er í

Hjálparpakkarnir í sambandi við koronu, eru bara í gildi í eina viku afturt, - og teir verða neyvan longdir, sigur Helgi Abrahamsen

Hjálparpakkarnir, sum vórðu settir í gildi fyri at hjálpa vinnuni, sum varð hart rakt av koronu, fara úr gildi mánakvøldið um eina viku. Og Helgi Abrahamsen, landsstýrismaðurin í vinnumálum, sigur, at í løtuni er einki sum bendir á, at teir lógin verður broytt, so at teir verða í gildi í eina tíð afturat.

– Vit hava havt fund við arbeiðsgevararnar, og teir láta ikki illa at støðuni. Tey siga, at tað er gongd í og at eingin ábending er um, at tað er panikkur í, sigur hann frá tí fundinum.

Í løtuni eru  632 fólk í serligu koronu-skipanini hjá Als og Helgi Abrahamsen sigur, at nøkur av teimum áttu helst at verið í fiskavirkisskipanini.

Tá ið flest fólk vóru í koronu-skipanini hjá Als, vóru 4.320 fólk í henni. Tað var fyrst í apríl, men síðani er talið støðugt fallið til tað, sum tað er í dag.

Upprunaliga vóru hjálparpakkarnir í gildi til 30. juni og Helgi Abrahamsen gjørdi greitt, at hann var ikki heitur fyri at leingja hann. Hann heldur, at tað er skeivt at hava løntakarar í eini koronu-skipan hjá Als, sum arbeiðið í roynd og veru ikki er til.

Tí helt hann, at tey skuldu fara í vanligu arbeiðloysisskipanina, so at tey kundu fáa onnur størv. Men samgongan samdust kortini um, at leingja hann til 31. august og tað varð so úrslitið.

– Tá ið teir vórðu settir í gildi, var talan um eitt slag av eini panikkloysn, tí vandi var fyri hópuppsagnum og tað vildu vit forða fyri, sigur hann.

Hann heldur, at tann vandin er av nú og tí sigur hann, at tað er alt, sum talar fyri, at hjálparpakkrnir fara úr gildi aftur mánakvøldið, sum ætlað.

Men hann leggur kortini dent á, at tey fylgja væl við gongdini, og skuldi støðan versna aftur, liggja uppskot klár at leggja fyri Løgtingið so at tey kunnu samtykkjast við stuttum skotbrái.