Koronologar á filmi

Fleiri rithøvundar hava skriva koronologar í koronatíðini, og sjónleikara, leikstjórar og filsmsfólk leggja nú verkini fram, so at almenningurin kann síggja

Tjóðpallur Føroya og Norðurlandahúsið bjóða nú einrøður á palli og á filmi, skapaðar gjøgnum samstarv millum rithøvundar, sjónleikarar, leikstjórar og filmsfólk.

Nýggjasta verkætlan Tjóðpallsins, er ein tvørlistarlig verksmiðja, ið hevur savnað listafólk innan ymsar listagreinar, og sett teimum stevni við avbjóðingum, ið bróta frá teirra vanliga arbeiðshátti, skrivar Norðurlandahúsið.

Rithøvundar, ið eru vanir at skriva bøkur, stuttsøgur, teigar og yrkingar, hava skrivað einarøður til pall.

Leikarar, ið einamest hava framført á palli fyri áskoðarum í salinum, hava tulkað og framført hesar tekstir framman fyri einum sjónbandsupptøkutóli.

Og myndatakarar hava, saman við leiklistafólkunum, loyst uppgávuna, at samantvinna rit-, pall- og filmslistina.

Nú verður høvi at síggja partar, av hesi tvørlistaligu verksmiðjuni í Norðurlandahúsinum, tá Tjóðpallur Føroya saman við Norðurlandahúsinum, fer at sýna fram nakrar av hesum nevndu filmum. Umframt sýningina av framleiddu filmunum, fara leikarar at bera fram fleiri nýskrivaðar tekstir, ið fara at verða grundarlag undir enn fleiri filmum av hesum slag.

Korona gav flest øllum nakrar avmarkingar. Tjóðpallurin tók tó broyttu umstøðurnar, sum eina avbjóðing, og fór undir hesa tvørlistarliga leiklistasmiðju, skrivar Norðurlandahúsið.

Tey, ið skrivað hava, eru Trygvi Danielsen, Marjun Syderbø Kjelnæs, Carl Johan Jensen, Dagfinn Olsen, Sólrún Michelsen, Oddfríður M. Rasmussen, Armgarð Arge, Steintór Rasmussen og Oddvør Johansen.

Leikarar og leikstjórar eru Laura Joensen, Hjálmar Dam, Birita Adela Davidsen, Hans Tórgarð, Nicolaj Falck, Kristina Sundar Hansen, Annfinnur Heinesen, Barbara Hentze í Stórustovu og Páll Danielsen.

Staðið fyri upptøkum og eftirviðgerð, hava Bjørg Mohr Andersen, Rúni Friis Kjær og Jónfinn Stenberg.