Koyrandi gjøgnum Dalstunnilin um fýra ár

Landsverk skipaði fyrr í kvøld fyri borgarafundi í Sólaris í Húsavík, har kunnað varð um komandi tunnilsverkætlanina til Dals.

 

Verkætlanin at gera tunnil til Dals hevur verið ávegis leingi. Vegurin til Dals er smalur, og liggur longsta teinin á eini hill, har steyrrætt er í havið øðrumegin og høgt upp fyri hinumegin. Trupulleikar eru av, at tað rýður undan vegnum, og at grót kemur oman á vegin úr erva.

 

Á borgarafundinum í Húsavík í kvøld kunnaði verkætlanarleiðarin hjá Landsverki, Fríðrik Heinesen, um tunnilsverkætlanina, hvat ætlanin er at gera, hvørjar avbjóðingar kunnu vera og eisini nakað um, hvussu arbeiðið á staðnum fer at ávirka í økinum.

 

Talan er um ein 2.200 metra langan og 8 metur breiðan tunnil, og afturat tunlinum skulu eisini gerast 200 metrar av vegi húsavíkarmegin og 100 metrar av vegi dalsmegin. Síðan skulu umleið 3.000 metrar av vegi afturat breiðkast. Tá øll loyvir eru komin upp á pláss, verður byrjað at gera ein arbeiðsveg í Húsavík og at fyrireika lendið inni við tunnilsmunnan. Arbeiðið at gera tunnilin fer at taka um fýra ár, treytað av at nøktandi játtan fæst til endamálið.

 

Um Landsverk stendur fyri arbeiðinum, verður mett, at Dalstunnilin við tilhoyrandi vegum fer at kosta millum 75-85 mió. krónur. 11 fólk eru knýtt at tunnilsliðnum hjá Landsverki.