Koyrd til hús tá ið tey fylla 67 ár

Nógv almenn starvsfólk verða send til hús, tá ið tey fylla 67 ár, hóast landsstýrið vil hava fólk at arbeiða til tey eru 70 – ella eldri

 

Tá ið starvsfólk eru fylt 67 ár, verða tey send til hús.

Tað er veruleikin hjá teimum, sum arbeiða hjá nógvum kommunum og hjá kommunalum felagsskapum.

 

Starsvmannafelagið hevur kannað, hvussu pensjónsaldurin er hjá ymsum almennum myndugleikum.

 

Og niðurstøðan er, at hann er ógvuliga ymiskur.

 

- Landið vil hava fólk at arbeiða til tey eru 70 ella eldri. Nakrar kommunur fylgja landinum og siga fólk úr starvi, tá tey fylla 70, men tær flestu kommunur senda fólk til hús, tá tey eru 67, sigur Starvsmannafelagið

 

Men so eru tað eisini onkrar kommunur, sum als ongan fráfaringaraldur hava, verður lagt afturat.

 

Starvsmannafelagið sigur, at starvsfólk í landsfyrisitingini, og á landsstovnum, verða í fyrsta lagi uppsøgd, tá ið tey fylla 70 ár.

 

Men almennir arbeiðsgevarar kunnu eisini leingja setanina hjá starvsfólkum, ið eru fylt 70 ár og tískil er einki mark longur fyri, hvussu leingi starvsfólk hjá landinum kunnu vera í starvi.

 

- Starvsfólk í Tórshavnar kommunu og í Vága kommunu sleppa eisini at arbeiða, til tey verða 70 og onkuntíð longri.

 

- Men í Tvøroyra kommunu, og í fleiri av hinum størru kommununum, verða fólk send til hús í somu løtu, tey fylla 67 ár, sigur Starvsmannafelagið.

 

- Nakrar kommunur hava gjørt sum landið og sett fráfaringaraldurin til 70 ár, og onkrastaðni kunnu starvsfólk hjá kommunum eisin halda fram, eftir at tey eru fylt 70. 

 

- Men tær flestu kommunurnar halda fast við, at fráfaringaraldurin skal vera 67 ár. Í fleiri kommunum kunnu starvsfólk tó søkja um at halda fram at arbeiða eftir at verða fylt 67.

 

SEV, ið er ein millumkommunalur felagsskapur, gjørdi fyri skjótt tveimum árum síðani at fara øvugtan veg enn landið.

 

- SEV hevði sett  fráfaringaraldurin til 70 ár, men tá ið felagsskapurin skuldi spara og vildi siga fólki úr starvi, varð fráfaringaraldurin settur niður aftur til 67 ár, sigur Starvsmannafelagið.

 

- Í Tórshavnar kommunu, ið er nógv størsta kommunan í landinum og hevur umleið 1400 fólk í starvi, hevur býráðið samtykt, at fráfaringaraldurin skal vera 70 ár. Fólk í leiðandi størvum skulu tó víkja fyri yngri kreftum, tá tey fylla 67 ár, og verða í staðin flutt í annað starv í kommununi. Í serligum føri kunnu fólk eisini fáa loyvi at halda fram at starvast hjá kommununi, eftir at tey eru fylt 70.

 

Í næststørstu kommununi, Klaksvíkar kommunu, sleppa fólk ikki at arbeiða so leingi sum í Tórshavnar kommunu. Í Klaksvík hevur býráðið gjørt av, at starvsfólk skulu gevast at arbeiða, tá tey fylla 67 ár, men tey kunnu søkja um at halda fram, og heldur kommunan seg hava pláss fyri teimum, fáa tey loyvi at arbeiða, til tey verða 70.

 

Í Tvøroyrar kommuna er hinvegin knívskorið. Har er fráfaringaraldurin 67 ár, og eingin sleppur at halda fram longur enn tað, sigur Starvsmannafelagið.