Koyrdi á rennihjóli í Eysturoyartunlinum

Ein persónur var í nátt tikin fyri at koyra á rennihjóli inni í Eysturoyartunlinum.

Um tað var ein sum ætlaði sær heim til hús aftan á ólavsøku, sigur søgan einki um, men klokkan 02:40 í nátt fekk løgreglan boð um, at ein persónur koyrdi á elrennihjóli inni í Eysturoyartunlinum. Tað sá løgreglan eisini á vakmyndatólunum í tunlinum, og tí fór ein løgreglubilur eftir viðkomandi.

 

Fyri tað fyrsta, so hevur tú bert lov at koyra í bili ella motorsúkklu inni í Eysturoyartunlinum. Men elrennihjól eru eisini ólóglig í Føroyum. Tú hevur ikki lov at koyra á tí á almennum veg, og verða tey tikin, tá løgreglan kemur fram á tey. Og sambært lógini, so fært tú ikki rennihjólið aftur frá løgregluni, um tey verða tikin, tí hald verður lagt á tey.

 

Tú hevur í veruleikanum ikki lov at innflyta, selja, keypa, eiga ella brúka elrennihjól í Føroyum, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

 

Løgreglan tók rennihjólið frá viðkomandi, men hann varð ikki sleptur leysur í tunlinum, tí fór hann til gongu, so breyt hann eisini lógina. Tí koyrdi løgreglan persónin til hús.