Nakað eftir klokkan 09 gjáramorgunin ringdi ein bilførari til løgregluna at boða frá einum ferðsluóhappi í Eysturoy, sum var hent umleið ein tíma frammanundan.
Talan var um ein bilførara, sum var árendur av øðrum bili, ið meldaði.
- Hesin greiddi frá, at hann varð árendur av øðrum bili og bilførarin, sum hevði rent á, hevði steðgað og latið honum navn og telefonnummar, áðrenn hann koyrdi avstað aftur.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tá tey fingu navnið á bilføraranum, sum hevði koyrt á, sóu tey, at hesin hevði einki koyrikort, tí bilførarin hevði mist koyrikortið.
Løgreglan fór á gátt hjá bilføraranum fyri at kanna viðurskiftini.
- Tá vísti tað seg, at hann var sjónliga ávirkaður av rúsdrekka. Blóðroynd varð tikin, og bilførarin er nú skuldsettur fyri at koyra í frádømingartíð og fyri at koyra við kenning.
Vaktleiðarin legði aftrat, at eingin fólkaskaði var í samband við ferðsluóhappið, men her var ávísur skrokkskaði.