Koyrdi inn í jólamarknað í Berlin

Ein talsmaður fyri týsku løgregluna, sigur sambært Berliner Zeitung, at talan er um eitt álop.

Níggju fólk eru deyð, og nógv eru særd, eftir at ein lastbilur koyrdi inn í ein jólamarknað í Berlin í kvøld.

 

Tað upplýsir týska løgreglan. Jólamarknaðurin liggur við Gedächtniskirkjuna á kendu innkeypsgøtuni - Kurfürstendamm - í týska høvuðsstaðnum.

 

Sambært løgregluni koyrdi lastbilurin helst yvir gongubreytina og steðgaði stutt eftir. Ein talsmaður fyri týsku løgregluna, sigur sambært Berliner Zeitung, at talan er um eitt álop.

 

Ein annar løgreglumaður, sum eisini sá hendingina, sigur, við blaðið, at tað, sum hendi, sá út til at vera gjørt við vilja. Sambært Berliner Zeitung var talan um ein bil við pólskum nummarplátum.

 

Løgreglan hevur ruddað jólamarknaðin og hevur stongt økið av. Løgreglan hevur økt tilbúgvingina í Berlin, og øll orka er í gongd í økinum.