Koyrdi næstan 200 undan løgregluni

Løgreglan jagstraði ein bilførara, sum koyrdi púra ørt í Eysturoynni í nátt

Í nátt gjørdi løgreglan ferðslukanningar í Eysturoynni og har vórðu nakrir bilar steðgaðir.

 

Men tann eini bilførarin vildi ikki steðga, tá ið løgreglan vinkaði hann til síðis í Skálabotni, men traðkaði á speedaran og helt á at koyra undan.

 

Løgreglan legði aftan á og hevði jagstrað hann heilt út á Skipanes, áðrenn bilførarin tók betri partar fyri seg og steðgaði.

 

Løgreglan sigur, at talan var um ein ungan bilførara og hann hevði onki koyrikort, so hann kann vænta, at tað verður heldur ikki í bræði, at hann fær koyrikortið.

 

Tey siga eisini, at bilførarin koyrdi rættiliga skjótt. Einaferð, løgreglan máldi ferðina, koyrdi hann 127 kilometrar um tíman, men tey siga, at á onkrum strekki koyrdi hann væl skjótari enn tað, kanska upp ímóti 200 kilometrum um tíman, áðrenn hann steðgaði á Skipanesi.