Koyrdu bil á rull og gjørdu skaða

Í nátt var eitt heldur sjáldamt herverk í Havn. Ein bilur, sum stóð parkeraður á Heygnum Mikla, varð koyrdur á rull við tú úrsliti at hann fór í eitt stakitt. Bilurin fekk ikki stórvegis skaða, men stakittið fór í knús.

 

Løgreglan arbeiðir út frá tí, at talan er um herverk, tí bilurin rullaði í mótbrekku, so hann kann ikki vera farin á rull av sær sjálvum. Somuleiðis var hondbremsan niðri, og bilurin stó í »drive« ella í koyrigiri. Annars sá ikki út til at nakað var tikið úr bilinum. Eigarin sigur, at hann hevði lyklarnar og hann hevði sett bilin frá sær í frígiri og við hondbremsuni uppi.

 

Um vikuskiftið hevur løgreglan eisini tikið ein mann, sum var óður inni á einum skeinkistaði. Hann sissaðist ikki aftur, og sostatt varð hann handtikin og settur í varðahaldi. Hann fær nú bót fyri at bróta politiviðtøkurnar.

 

Løgreglan hevur eisini gjørt nógv burtur úr at kanna skeinkistøð kring landið, men har var einki at finnast at. Í hesum sambandi verður hugt eftir um ov nógv fólk eru inni, um skonkt verður fyri ungdómi undir 18 ár, um skelting og neyðútgongdir eru eftir forskriftunum, og so framvegis. Men har var einki at finnast at. 

 

Annars er tað mangt og hvat, løgreglan verður boðsend til. Í gjár og í nátt eru tey boðsend tí ein hundur stóð og goyði, tey vóru eisini og hjálpti einum avlamnum, sum var dottin, og ikki slatt upp aftur, og so vóru eisini boð eftir løgregluni eftir nøkrum páfuglum, sum vóru leysir.