Í gjár fór ein bilur út av í Árnafirði. Talan var um ein leigubil við tveimum útlendskum ferðafólkum, sum var á veg til Viðareiðs, men av onkrari orsøk viltust tey og endaðu í Árnafirði ístaðin fyri.
Men tá ið tey so skuldu venda, bakkaðu tey út av og fóru einar átta-tíggju metrar oman av vegnum, áðrenn bilurin steðgaði aftur.
Løgreglan sigur, at bilurin fekk fitt av skaða, men fólkaskaði var eingin.