Koyrikort til at drepa grindahval

Nýggja grindareglugerðin, sum er lýst og komin í gildi í Føroyum, krevur millum annað, at sýslumenn skulu skipa fyri skeiði um grindareiðskap, drápshátt, deyðseyðkenni hjá hvalinum og um galdandi lóggávu um grindadráp. Sýslumaðurin letur teimum, sum hava verið á skeiðinum, prógv og grindamenn kunnu verða kravdir at vísa prógvið, áðrenn teir sleppa at drepa hval. Tað skrivar Kringvarp.fo.

Aðrar broytingar, sum fylgja við reglugerðini eru m.a. at mønustingarin nú er góðkendur sum grindareiðskapur, og at bert hann skal brúkast at stinga við frá 1.mai 2015.

Grindakunngerðin kann takast niður her:

www.kunngerdaportalur.fo/default.aspx