Krás í Keypmannahavn

Keypmannahavn hevur nógv gott at bjóða tónleikaáhugaðum í heyst/vetur
Gwen Stefani, Maroon 5 og Korn eru bara nøkur av nøvnunum, ið spræna tónar út yvir danska høvuðsstaðin í nærmastu framtíð.

 

Samstundis tekur tað ikki meiri enn tveir tímar við flogfari (mjørki ikki íroknaður), so tað skuldi ligið væl fyri, at tikið ein túr niður og notið eitt sindur av góðum tónleiki.

 

Her eru nøkur av nøvnunum, ið leggja leiðina fram við Keypmannahavn:

 

Gwen Stefani (14. oktober)

Joss Stone (15. oktober)

Cold War Kids (31. oktober)

Bloc Party (6. november)

Kaiser Chiefs (8. november)

Editors (28. november)

The National (3. desember)

Kent (9. desember)

Maroon 5 (11. desember)

Korn (31. januar)