Krútsterkir spaniólar

Føroyska U19 landsliðið við monnum møtti yvirvøldini í dystinum móti Spania í fyrsta dystinum í EM undankappingini fyri U19 lið, sum verður spæld í Hvítarusslandi. 5-0 gjørdist úrslitið eftir at støðan var 2-0 í hálvleikinum. Spania hevur vanliga sera sterk ungdómslandslið, og í so máta er hesin árgangurin einki undantak., og við heimasíðuna hjá FSF sigur Karl Vidtfeldt, FSF-starvsnevndarlimur og ferðaleiðari á ferðini til Hvítarusslands, at hann er ikki í iva um, at talan var um komandi heimsstjørnur, sum føroysku unglingarnir spældu ímóti í gjár. Tað, sum iðraði føroyingar var, at støðan bert var 3-0, tá fimm minuttir vóru eftir av dystinum. Móti endanum fingu spaniumenn tvey mál afturat, og tað áttu teir ikki at fingið, vóru føroyingarnir samdir um. Føroyska U19 landsliðið skal leygardagin spæla móti Sveis