Krabbamein
Rógvi Nybo
Í mong ár hevur felagið borið navnið á mannamunni. Tó hevur navnið ongantíð verið staðfest - fyrr enn nú. Talan er um Føroya Felag móti Krabbameini, ið nú eftir 30 ár á baki broytir samleika og navn. Nýggja navnið er nú Krabbameinsfelagið.
Tó er talan ikki bert um navnabroyting. Felagið hevur valt at dagføra allan sín samleika við nýggjum búmerki, nýggjum grafiskum samleika, nýggjari heimasíðu og nýggja navninum.
Tað er Sendistovan, ið hevur ment nýggja samleikan saman við Krabbameinsfelagnum.
Íblástur úti og heima
- Íblásturin til nýggja samleikan er eitt bland millum serføroyskt og útlendskt. Føroyski íblásturin kemur frá heldini, sum eisini var partur av gamla búmerkinum. Heldin er eitt gamalt føroyskt amboð, ið var nýtt í hoyna. Súmbolikkurin er, at heldin er samlandi og verjir tað, ið hon ber, sigur Krabbameinsfelagið.
Tey siga eisini, at kagað hevur verið út í heim, og at sniðgevarnir hava finnið íblástur í universellum súmbolikki, ið eru at kenna frá øðrum búmerkjum, ið hava við krabbamein at gera. Eisini teknið fyri óendaligt og sloyfan eru partur av búmerkinum, og súmbolisera tey ævinleikan.
- Nýggja búmerkið er ein variatión av áðurnevndu heldini, tekninum fyri óendaligt og sloyfuni, sum vit kenna frá heilsufrøðiligum súmbolikki, sigur Krabbameinsfelagið.
Eisini litirnir hava súmbolikk, og siga tey í Krabbameinsfelagnum, at búmerkið hevur eina gongd, sum byrjar við myrkabláum liti, og endar í einum heilt ljósum liti. Hetta súmboliserar, st stríðið móti krabbameini kann vinnast, og harvið er vón fyri framman.
- Litirnir á heldini eru í einum lillaðlittum universi, meðan skriftin er blá. Hetta gevur eitt bland millum tað kvinnuliga og mannliga, sigur Krabbameinsfelagið.