Krampar í Sambandsflokkinum

Synd at siga kom Sambandsflokkurin serliga heppisliga frá royndum sínum at leggja fótonglar fyri fullveldisgongdina.

Synd at siga kom Sambandsflokkurin serliga heppisliga frá royndum sínum at leggja fótonglar fyri fullveldisgongdina.

Fyrst skeyt flokkurin upp, at fólkaatkvøða skuldi verða tann 7. desember, ella einar 14 dagar eftir, at løgtingið hevði avgreitt málið við 3. viðgerð. Sambandsflokkurin upplýsti undir viðgerðini, at løgtingsskrivstovan hevði skyldina fyri hesum skotbráðnum, sum flokkurin legði navn til.

Sum eina serliga útgávu av ár 2000 trupulleikanum, fluttu teir síðani dagin til 25. januar ár 2000. Sambandsflokkurin helt sostatt, at vit skuldu hava eina fólkaatkvøðu um eitt mál, samstundis sum tað varð viðgjørt saman við dønum.

Undir fyrstu viðger í tinginum høvdu flest øll eina greiða støðu í málinum, og stóðu fast við hana undir aðru viðgerð. Hinvegin vóru áneyðir á uppskotsstillaranum, Sambandsflokkinum, at kalla serfrøðingar inn at sannføra seg sjálvan, um nú nakað høpið var í hansara egna uppskoti.

Tíanverri fyri Sambandsflokkin var einki høpi í uppskotinu. Tað varð jarðað og funnið virðisleyst í ikki færri enn tveimum serfrøðinganotatum.

Hesir søgdu í notatunum, at teir høvdu einki dømi funnið um, at byrjað varð við eini fólkaatkvøðu, undan samráðingunum um ein sáttmála.

Í øðrum lagi søgdu teir, og at vanlig donsk fatan var, at ein fólkaatkvøða bert kundi fremjast sum ein ja/nei atkvøða og ikki sum ein atkvøða, har valkosturin var at taka dagar millum tvey ymisk uppskot, so sum sambandsflokkurin skeyt upp.

Og í triðja lagi - sum niðurstøðu - søgdu teir, at einki dømi fanst um, at ein vegleiðandi fólkaatkvøða varð hildin, áðrenn samráðingarnar um ein sáttmála vóru framdar.

Her fekk so sambandsflokkurin og ?Nýggju tíðir? hansara tríggjar nevar beint framman á.

Fyrst ein undir vangan, sum segði, at skilaleyst var at lata fólkið atkvøða um eitt mál, sum tað ikki kendi.

Síðani ein undir hin vangan, sum segði, at uppskotið ikki var borðbart, reint tekniskt.

Og endiliga ein upp undir høkuna, sum segði, at einki dømi fanst nakrastaðni í heiminum um, at ein vegleiðandi fólkaatkvøða varð hildin, áðrenn samráðingarnar um ein sáttmála vóru framdar.

Nú vildu øll hildið, at uppskotsstillarin tók upplýsingarnar til eftirtektar, og tók málið aftur, men so var ikki.

Í staðin fyri kom uppskotsstillarin so mikið fyri seg aftur, at hann broytti tað soleiðis, at vit nú skuldu halda hesa meiningsleysu, tekniskt høpisleysu og í altjóða rætti ókendu fólkaatkvøðu mitt í samráðingartilgongdini við danir.

Vit vitstu og fingu enn eina ferð at vita, at danska útgávan av heimastýrislógini, sum var viðtikin av ríkisdegnum og staðfest av kongi, kundi avtakast við fólkatingslóg, og at føroyska eintakið samsvarandi kundi avtakast við løgtingslóg.

Ongastaðni sást, at faklitteratururin styðjaði seg til at halda fólkaatkvøðu um hetta mál, einfalt tí at tað ikki var rættarliga neyðugt ella bindandi.

Tyngdin í málsviðgerðini hjá Sambandsflokkinum var, at ein veljarakanning skuldu bera brá av, at teir høvdu fingið vind í seglini, men sjálvandi fanst tað ongastaðni í faklitteraturinum nakar møguleiki fyri at halda fólkaatkvøðu um eina stýrisskipan, tí at ein veljarakanning eina ávísa løtu bar brá av tí.

Tílíkar vøkkultar hugsanir hoyra ikki heima í stýrisskipanarligum samanhangi í okkara parti av heiminum, men finnast bert í útgávuni av nýskipanaruppskotinum hjá tí føroyska sambandsflokkinum, sum ein heilt breiður meiriluti av uttanlandsnendini tók frástøðu frá.

Sjálvandi verður ein fólkaatkvøða um samráðingarúrslitið, tá ið tað liggur á borðinum. Hetta er ikki neyðugt, rættarliga sæð, men ta ætlan hevur samgongan, tað hava vit lovað Føroya fólki, og tað lyftið standa vit sjálvandi við.

Í sjálvari fullveldistilgongdini kennir meirilutin í uttanlandanevndini seg tryggan við, at tað verður fólkið, sum fær endaliga orðið, og higartil eru allar royndir at ørkymla hesa gongdu leið fingnar av vegnum eins og hendan royndin hjá sambandsflokkinum varð sópað av vegnum, tá ið løgtingið feldi hana tórsdagin.


Hergeir Nielsen