Kravdu Putin frá og fyri rættin

Fleiri túsund høgrasinnaðir russar gingu í dag kravgongu í miðbýnum í Moskva, har teir kravdu, at Vladimir Putin, forseti, skal fara frá. Tað var týðiligt, at tey mótmælandi høvdu ikki stóra virðing fyri forsetanum, tí fleiri teirra kravdu, at hann verður drigin fyri rættin.

-Tað er eitt brotsmannalið við Putin á odda, sum stýrir Russlandi, róptu fólk.

-Vit bastu Hitler, og vit fara eisini at basa Putin, róptu onnur.

Fyrireikararnir siga, at umleið 20.000 fólk vóru við í kravgonguni. Løgreglan var væl mannað, men hon legði ikki uppí.