Kreativa vinnan skal professionaliserast



Kreativa vinnan hevur verið í skjótari menning seinastu árini. Privatir stigtakarar hava saman við tí almenna skipað fyri útflutningsátøkum, men enn er vinnan ov ósjónlig í samfelagsbúskapinum. Nú skal professionaliserast munandi, og vit skulu læra okkum at skapa útflutningskrónur burtur úr mentan okkara.

Kreativa vinnan hevur verið í skjótari menning seinastu árini. Privatir stigtakarar hava saman við tí almenna skipað fyri útflutningsátøkum, men enn er vinnan ov ósjónlig í samfelagsbúskapinum. Nú skal professionaliserast munandi, og vit skulu læra okkum at skapa útflutningskrónur burtur úr mentan okkara.

 

Professionalisering merkir at umseta kreativitet til vinnu. At miðsavna royndir og kunnleika higartil og skapa vinnuligar karmar fyri ein kreativan marknað, ið hevur støði í Føroyum. Størsti parturin er í tónlistini, men seinastu 10 árini hava fleiri aðrar greinar av føroyskari list fingið luft undir veingirnar, og vit hava eins stóran tørv á at menna bókmentir, sniðgeving, handverks-, films-, leik- og myndlist.

 

Virksemi í trimum pørtum

Ein partur av arbeiðinum er at halda á við árligu átøkunum at fáa útlendsk bransjufólk higar at uppliva mentan okkara og stovna samstørv, ið fáa hana út um Føroyar.

 

Ein annar partur er at bjóða handilsliga frálæru. Áðurnevndu listagreinar eru risastórir marknaðir kring heimin, og at duga at fóta sær í teimum krevur gott innlit í, hvussu teir virka. Útbúgvingarskipanin skal tí kunna bjóða frálæru innan løgfrøði, marknaðarføring og búskap í kreativari vinnu.

 

Triði parturin er at savna serkunnleika og royndir higartil á eitt stað, har tey, sum arbeiða kreativt,  kunnu heinta ráðgeving um teir møguleikar, sum eru. Møguleikar innan stuðulsskipanir, netverking, sýnisgluggatiltøk, lisensar, patent, upphavsrætt, løgfrøði og annað.

 

Samstarv millum alment og privat

Politiska skipanin skal taka stigið, men viðurkenna sín leiklut sum kveikjari í samanhanginum og gera arbeiðið saman við teimum persónum, fyritøkum og feløgum, ið hava ment kreativu vinnuna og útflutning higartil.

 

Tað almenna skal ongantíð gjalda meira enn 50 prosent av umsitingini og skal leggja lunnar undir, at vinnan innan eitt avmarkað áramál kann virka privat.

 

Takast samanum


Kreativiteturin her í landinum hevur uppiborið karmar, sum taka hann í álvara, men sum ikki minst eisini eggja honum at taka seg sjálvan í álvara. Løtan er komin at taka samanum menningina seinastu 10 árini - hvat er gjørt, hvat hevur borið úrslit við sær - og skipa støðugar karmar fyri eina professionella kreativa vinnu, sum kann gagna bæði listafólkum, bransjufólkum og samfelagsbúskapinum.