Krevja eina virði­liga føroyska sjóvinnu

Mál sum tað við Topaz, Orion og nú eisini Atlantic, sum hevur ligið tríggjar mánaðir í Danmark, uttan at manningin hevur fingið løn, skaða føroyska sjóvinnu. Tað sigur formaðurin í Maskin­meistara­felagnum Páll Hansen, sum varð afturvaldur í tvey ár á aðalfundi felagsins leygardagin

Roynt verður í hesum døg­um at selja Føroysku Skipa­skrásetingina uttanfyri land­oddarnar. Meiningin er at fáa so nógv útlendsk skip sum gjørligt at hava heim­stað í Føroyum. Tankin við hesum arbeiði er góður, men so leingi føroyingar sjálv­ir ikki duga at arbeiða eftir reglunum, verður tor­ført – fyri ikki at siga ógjør­ligt – at skapa virðing rund­anum FAS-skipanina.

Somikið bersøgin var for­­maðurin í Maskin­meist­arafelagnum, Páll Hansen, tá hann í formansfrágreiðing síni á aðalfundinum hjá felagnum, leygardagin, tók samanum fakfelagsárið, ið er runnið.

– Eg kenni ikki so nógv til málið um Atlantic, sum er skrásettur í Føroyum, men sum eg skilji á lagnum, so liggur skipið, og menn­inir hava ikki fingið løn í tríggjar mánaðir. Málini um Topaz og Orion kenna vit øll, og tað eru júst sovorðin mál, sum ikki mugu koma fyri, um FAS skal hava nakr­an kjans at gera seg gald­andi sum alternativ til útlendskar skipaskráset­ing­ar, sigur Páll Hansen, og legg­ur afturat, at tað sjálv­sagt ikki bara er í mun til skipaskrásetingar, at virði­ligt viðurskifti mugu galda í sjóvinnuni:

– Tað má sum heild vera skil á, um fólk skulu hava virðing fyri sjóvinnuni, sigur hann.

Røra ikki Topaz

Maskinmeistarafelagið hev­ur verið aktivt í ávísum málum, tá limir felagsins ella útlendskir maskin­meist­arar ella maskinistar eru komnir illa fyri, men tað er ikki altíð, at felagið fer upp í leikin. Viðvíkjandi feskasta málinum – tað um Topaz, sum liggur og gnadd­ar gummi í Las Palm­as við manning, sum ikki fær hýru – hevur felagið valt at ikki at fara upp í málið. Í hvussu so er ikki enn.

– Vit hava ráðført okkum við bæði advokat og onnur norðurlendsk maskin­meist­arafeløg, og tey ráða okkum øll til at halda okkum vekk frá málinum, sum tað sær út nú, sigur Páll Hansen.

Í Orion-málinum fór fe­­lag­ið upp í málið, sjálvt um talan var um ein útlendskan maskinmann. Tað var nevni­liga ein føroyskur reið­ari, sum skyldaði mann­inum løn, og tá slíkt hendir, kann felagið fara upp í leikin, um tað heldur tað er ráðiligt, og fer eisini at gera tað í framtíðini, sigur Páll Hansen.

Ikki so góð sum DIS

Men eitt er virðing fyri ein­ari føroyskari sjóvinnu, eitt annað eru pengar. Tað er nevni­liga so, at FAS-skip­anin sum er, ikki er líka góð rent fíggjarliga, sum danska DIS-skipanin, tá inntøk­urnar fara niðurum 35.000 krónur um mánaðin.

Í sambandi við eina lóg­ar­broyting sum kom í gildi við ársbyrjan í ár fyri FAS, har sjómenn skulu gjalda 35 prosent í skatti og reiða­ríið fáa eina afturbering uppá 35 prosent, gjørdi Maskinmeistarafelagið eina útrokning í mun til DIS-skipanina.

Tað vísir seg, at lønir lægri enn 35.000 kr. um mán­aðin fáa hægri skatt enn áður. Hetta er ein trupul­leiki, sum kann minka um áhugan fyri FAS, sigur nevndin, tí sum tað kom fram á aðalfundinum, so er politiskur vilji fyri at styrkja um føroyska sjóvinnu, sum skal kunnu umsita fyri tvær milliardir krónur í 2015 (í 2006-krónum). Tað var í hvussu so er tað, sum eitt av 2015 álitunum legði upp til.

So er bara spurningurin, hvussu nógv afturat nevnd­ini í Maskin­meistara­felag­num minnast 2015 ætlanina hjá fyrrverandi landsstýr­inum.

----------

FAKTA

Mál, sum Maskinmeistarafelagið raðfestir:

• Mótmæla skerjingum á Vinnuháskúlanum.

• 15 prosent í eftirløn í 2018.

• Uppgradering av maskinmeistara til bachelor.

• Broytingar í FAS-skipanini.

• Virðing fyri føroyskari sjóvinnu.

• Samanlegging við motorpassarunum.