Hóast bæði Maskinmeistarafelagið og Starvsmannafelagið hava skrivað undir nýggjan sáttmála, er ov tíðliga hjá suðuroyingum, sandoyingum, nólsoyingum og útoyggjafólki ananrs, at seta seg upp aftur á í vónini um, at nú er siglingin hjá Strandferðsluni tryggjað.
Nú skulu nevniliga skipararnir og stýrimenninir hjá tí almenna til samráðingarborðið og tað er óvist, hvussu tað fer at spæla av.
Hjá teimum verður tað nevniliga ikki tann beinleiðis lønarspurningurin, sum verður tað mest avgerðandi málið at finna semju um.
Fyrsta dagin
Sáttmálin hjá Skipara- og Navigatørfelagnum fyri skiparar og stýrimenn við Strandferðsluni og Magnus Heinason, gekk út 1. oktober.
Men felagið og Fíggjarmálaráðið høvdu avtalað at bíða við teimum samráðingunum.
Eyðstein Djurhuus, formaður í felagnum sigur, at hann dugir ikki at siga akkurát nær samráðingarbar byrja.
Hann dugir heldur ikki at siga um tey fara at bíða, til verkfallið hjá pedagogunum er farið aftur um.
Kortini væntar hann, at samráðingarnar verða fyrsta dagin.
Eyðstein Djurhuus sigur, at í hesum samráðingunum verður lønarkarmurin ikki tann stóri trupulleikin.
- Vit billa okkum inn, at vera noydd at boyggja okkum fyri teimum lønarkørmunum, sum eru lagdir.
Í Skipara- og Navigatørfelagnum hava tey heldur ikki tikið støðu til um teir fara at góðtaka, at ymisr lønarbólkar fáa ymsa lønarhækking.
Hvílitíð og arbeiðstíð
Men sjálvur lønarspurningurin verður ikki tað mest avgerandi í hesum samráðingunum, staðfestir Eyðstein Djurhuus.
- Tað mest avgerandi verður at finna semju um at laga arbeiðstíð og hvílitíð til teir nýggju altjóða sáttmálarnar, sum eru settir í gildi.
- Sum støðan er nú, arbeiða yvirmenninir alt ov nógv, sigur formaðurin í Skipara- og Navigatørfelagnum.
- Í samráðingunum fara vit tískil at krevja, at arbeiðstíðin hjá yvirmonnunum verður skerd fyri at lúka krøvini í teimum altjóða sáttmálunum.
Eyðstein Djurhuus sigur, at í løtuni arbeiða yvirmenninir 213 tímar um mánaðin, men kravið er, at arbeiðstíðin skal lækkast niður í 200 tímar um mánaðin.
Sostatt skulu 13 tímar skarvast av arbeiðstíðini hvønn mánað.
Annars eru eisini nýggjar altjóða ásetingar gjørdar um hvílitíðir og skal Strandferðlan annars framhaldandi sigla sum hon ger nú, verður eisini neyðugt at gera nakrar broytingar í sáttmálanum.
- Í ringasta føri merkja nýggju hvílireglarnar, at túratalið hjá Strandferðsluni má skerjast.
- Men tað ber til at broyta sáttmálan fyri at geva rúmd fyri ymsum frávikum, men so er spurningurin, hvørja støðu vit hava til tað. Tað veldst um, hvat vit fáa afturfyri, sigur Eyðstein Djurhuus.
5 ár
- Vit eru til reiðar at gera eina skipan, sum tryggjar, at skipini hjá Strandferðsluni ikki verða løgd av arbeiðsósemjum.
Tað staðfestir Eyðstein Djurhuus, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag.
Men hann skoytir upp í, at tey eru kortini ikki sinnað heilt at siga verkfalsrættin frá sær.
- Siga vit verkfalsrættin frá okkum, hava vit trekt allar tenninar úr okkum og tað ætla vit ikki.
- Men vit sinnað til at gera eina avtalu, har vit binda okkum til at halda frið í fimm ár ísenn, sigur hann.
- Afturfyri at vit binda okkum at tryggja frið í fimm ár, skulu vit sjálvandi hava eina lønarhækking, leggur hann afturat.
Eyðstein Djurhuss heldur kortini kortini ikki, at talan er um nakra órímiliga lønarhækking.
Hann sigur, at hetta er eitt uppskot, Skipara- og Navigatørfelagið hevur lagt fyri Fíggjarmálaráðið.
- Hetta er sama skipan, sum felagið hevur gjørt fyri yvirmenninar í frálandavinnuni og sum hevur riggað væl.
- Og vit eru sinnaðir at gera eina sama slag skipan fyri Strandferðsluna, tí vit duga væl at síggja, at samfelagið hevur brúk fyri, at siglingin hjá Strandferðsluni er í tryggari legu, sigur sigur formaðurin í Skipara- og Navigatørfelagnum.
Mugu bíða til øll eru liðug
Enn ber ikki til at gera eina serskipan, sum tryggjar, at skipini ikki verða løgd, tá ið arbeiðsósemjur eru.
Tað staðfestir Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum, sum hevur nógv fólk við skipunum hjá Strandferðsluni.
Hon sigur, at skulu tey samráðast um eina serliga skipan, má tað gerast í friðartíð, tvs, tá ið øll feløgini, sum eru knýtt at Strandferðsluni, hava gjørt nýggjan sáttmála.
Enn eru trý feløg eftir, bæði Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag, hvørs limir loysa og binda Smyril ávikavist á Krambatanga og í Havn og Skipara- og Navigatørfelagið.
Her til skal viðmerkjast, at arbeiðarafeløgini hava givið Strandferðsluni undantak at sigla, hóast tey hava verið í verkfalli.
Men so eru yvirmenninir aftur og sum tað sæst í aðrari grein her á síðuni, fara teir helst til samráðingar fyrsta dagin.
Hinvegin staðfestir hon, at fáa feløgini fundarboð, taka tey av og so fæst at vita, hvat spyrst burtur úr.
Men eftir hennara tykki ber ikki til at gera slíkar seravtalur ímeðan samráðingar eru.
Men er støðan ikki tann, at tað eru at kalla aldrin friðartíðir, tí tað eru altíð onkur feløg, sum eru í samráðingum.
- Ja, men tað er tí, at tað eru nógvar samráðingarnar. Ein onnur orsøk er, at nógvar samráðingar hava drigið út og hartil eru sáttmálarnir ikki langir.
- Men tá ið Skipara- og Navigatørarnir eru lidnir og Arbeiðarafeløgini, eru í øllum førum nakrir mánaðir og hetta má eisini verða eitt mál, sum landsstýrið tekur stig til.
Men feløgini, sum eru knýtt at Strandferðsluni mugu øll hava somu avtalu og tey mugu so eisini finna eina semju um, hvørja skipan, tey kunnu semjast um og tað mugu tey so finna fram til.