Ákærin kravdi eitt árs fongsulsrevsig fyri 34 skunkplantur og 859 stykkir hampfræ, sum politiið fann hjá tí ákærda.
Ákærin, Stefan Møller Jørgensen, segði, at so nógv útgerð var funnin á staðnum, at roknast mátti við, at ætlanin var at selja.
Av tí at planturnar vóru heystbúnar, legði ákærin seg upp at meðaltalinum hjá Rættarkemiskari Deild upp á 46 gramm fyri hvørja plantu.
Ákærin vísti eisini til dómin frá 2002 í hægsta rætti um innkeyp av vanligum oljum av ymsum slag, fult lógligum, har ein ákærdur kortini var dømdur fyri at royna at framleiða narkotika.
Samlað mælti ákærin til eitt árs fongsul, hóast roknast mátti við ávísari rabatt av tí at málið var vorðið so gamalt.
Verjin, Bjørn á Heygum, vísti á, at tað var einki sum bendi á, at ákærdi ætlaði sær at selja burtur av, men at hann aftur ímóti roykti fyri at fáa linna móti pínu.
Verjin vildi eisini vita, um tað ber til at nýta eitt meðaltal, tá virðið kann liggja millum 2% og 21%. Hann segði eisini, at framleiðslukostnaðurin var so mikið lítil, og tí gerast plantagurnar í summum førum í størra lagi.
Bjørn á Heygum mælti til, at revsingin í hægsta lagi gerst tveir mánaðir.