Krevur ikki at suðuroyingar standa saman

Nógv umrødda ellis- og røktarheimið í Vági kann saktans byggjast, hóast allar kommunurnar í Suðuroynni ikki vera við

Tað er ikki eitt krav, av allar kommunurnar í Suðuroy skulu taka undir við nógv umrøddu ætlanini at byggja ellis- og røktarheim í Vági.
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, sigur, at kommunurnar í Suðuroy hava fingið at vita frá almanna- og heilsumálaráðnum, at tað ber eisini til hjá nøkrum kommunum í Suðuroy at taka seg saman um at byggja heimið.
 Tað er ikki so, at alt skal detta niðurfyri, bara tí um onkur kommuna ikki vil vera við, tí brúk er fyri einum ellis- og røktarheimi er brúk fyri undir øllum umstøðum.
Tað hevur annars gingið strilti at fáa allar kommunurnar at taka støðu til ætlaða- ellis- og røktarheimið í Vági.
Tað er onki dulsmáls, at tað serliga er Tvøroyrar Býráð, sum aftrar seg at taka støðu.
Allar kommunurnar í Suðuroy eru fleiri ferðir kallaðir saman at viðgerða spurningin um at byggja ellis- og røktarheim í Vági.
Men á onkrum av hesum fundi er borgarstjórin á Tvøroyri ikki møttur og á øðrum fundi hevur hann ikki givið tilsøgn um at Tvøroyrar kommuna vil vera við í eini ætlan um at byggja ellis- og røktarheim í Vági.
Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági, sigur, at enn hevur Tvøroyrar Býráð ikki boðað frá nakrari støðu í málinum.
Men hon leggur afturat, at roynt verður framvegis við at fáa allar kommunurnar í oynni við upp á ætlanina.
Miseydnast tað, er ein nýggj støða og so má tað takast til viðgerðar tá.
Kommunalar keldur í Suðuroy siga, at ein nærliggjandi møguleiki, er, at tær, kommunur í Suðuroy, sum taka undir við einum ellis- og røktarheimi í Vági, arbeiða víðari við ætlanini og byggja heimið, og so verður tann kommunan, ella tær kommunurnar uttanfyri, sum ikki vilja vera við.
Hetta hevur Kirstin Strøm Bech onga viðmerking til. Men hon staðfestir kortini, at allir møguleikar verða kannaðir.