Sambært EBU verður vinnandi sjónvarpsstøðin framyvir sjálvvirkandi mett óhóskandi at hýsa Eurovision, um landið er merkt av vápnaðum stríði, viðkvomum geopolitiskum viðurskiftum ella øðrum støðum, sum í stóran mun ávirka trygdina, støðufestið ella støðuna í landinum.
Um tørvur er á tí, kann EBU biðja um eina óhefta trygdarmeting, áðrenn endalig avgerð verður tikin.
Reglubroytingin kemur eftir fleiri ár, har trygdarstøðan kring Eurovision hevur verið nógv umrødd, og har geopolitisk viðurskifti hava havt ávirkan á fyrireikingarnar.
EBU sigur í tíðindaskrivi mikudagin, at endamálið er at tryggja, at kappingin kann verða hildin undir tryggum og støðugum umstøðum.
Í ár vann Bulgaria Eurovision við sanginum Bangaranga, framførdum av songkvinnuni Dara. Við nýggju reglunum er tað tó ikki longur ein sjálvfylgja, at vinnaralandið eisini verður vertur fyri næstu kappingini.
Kelda: Ritzau / EBU.











