Í einum uppslagi á X skrivar Zelenskyj, at Ukraina frá januar til august hevur endurvunnið 745 fermetrakilometrar av øki, sum Russland áður hevði hersett.
Sambært forsetanum liggja bygdirnar í Donetsk-, Dnipro- og Zaporizjzja-landslutunum.
Zelenskyj sigur eisini, at minst 9.550 russiskir hermenn eru dripnir í ár, meðan meira enn 6.600 eru særdir. Hann upplýsir ikki, hvussu stór ukrainsku tapini hava verið.
Hvørki Russland ella Ukraina almannakunngera javnan tøl yvir, hvussu nógvir hermenn eru falnir í krígnum, og upplýsingarnar kunnu ikki váttast óheft.
Seinastu mánaðirnar hevur Ukraina í vaksandi mun framt dronuálop langt inni í Russlandi. Álopsmálini hava serliga verið orkuverk og aðrir týdningarmiklir bygningar.
Í nátt rakti eitt ukrainskt dronuálop havnarbýin Novorossijsk eystan fyri Krim. Sambært russiskum myndugleikum doyðu í minsta lagi trý fólk, og 24 vórðu særd.
Russiska verjumálaráðið sigur samstundis, at russisk loftverja skeyt niður 502 ukrainskar dronur í nátt. Heldur ikki hesar upplýsingarnar eru váttaðar av óheftum keldum.
Kelda: Ritzau/Reuters











