Kristel Lisberg við í Melodi Grand Prix

Eitt óhapp gjørdi í dag, at allir teir 10 sangirnir, sum verða við í kappingin um at umboða Danmark í Melodi Grand Prix 2016 vórðu lagdir út á Spotify. Tí komu øll nøvnini fram – og eitt teirra er føroyska Kristel Lisberg.

 

Danmarks Radio skriva, at talan er um ein vinnara av talentshowinum The Voice í Australia, tveir fyrrverandi X Factor luttakarar og ein fyrrverandi Grand Prix luttakari

 

Tey 10, sum skulu kappast um at umboða Danmark í altjóða kappingini í Svøríki eru:

 

  • David Jay, 'Rays of Sunlight'
  • Simone, 'Heart Shaped Hole'
  • Bracelet, 'Breakaway'
  • Sophia Nohr, 'Blue Horizon'
  • Veronicas Illusion, 'The Wrong Kind'
  • Lighthouse X, 'Soldiers of Love'
  • Kristel Lisberg, 'Who Needs A Heart'
  • Jessica, 'Break It Good'
  • Muri & Mario, 'To stjerner'
  • Anja Nissen, 'Never Alone'