Kristian Djurhuus: Uppkallaði fyrsta sonin eftir doyggjandi beiggjanum

Tað var sjálvsagt gleði, tá ið Margretha og Kristian fingu sín fyrsta son. Men tað var eisini sorg, tí beiggin Johan lá fyri deyðanum niðri í Keypmannahavn. Elin vildi síggja sonin eina seinastu ferð. Men áðrenn tað var Johan uppkallaður

16. partur

Nú er vit gift og fyrsta barnið er á veg. Margretha treivst væl, kanska alt ov væl. Mamma helt sum vanligt var tá í tíðini, at kvinnur við barn skuldu eta nógv og gott, og tað slapp Margretha heldur ikki undan. Hetta sást eisini aftur!
Tann 21. januar 1918 var tíðin komin, at hon skuldi eiga. Hetta var ein kaldur vetur og mánaði. Í Havn vórðu máld niður í 12 kuldastig og í Klaksvík 14 kuldastig. Eg var hetta kvøldið á skrivstovuni, og tá ið eg um 10 tíðina kom heim, kundi mamma fortelja mær, at eg var blivin pápi til ein deiligan drong. Eg skundaði mær upp á kamarið og ynskti Margrethu tillukku. Mamma frøddist um, at drongurin var so deiliga feitur, rundur sum ein rullupylsa. Soleiðis skuldi tað vera tá í tíðini.
Pápi var farin til songar. Eg spurdi hann, um hann ikki hevði verið og heilsa uppá Margrethu og sæð dreingin. Tað hevði hann ikki, tað hevði ongan skund. Hann helt, at tað skundi skaða bæði mammu og barn at koma brestandi inn. Hetta kundi bíða til dagin eftir.

Syrgiliga lagnan hjá Johan
Beiggi mín Johan hevði heystið frammanundan fingið sponsku sjúku og helst eisini tuberklar, sum merkti, at hann svann nógv.
Hann var um hesa tíðina inn­lagdur á Oyrasundshospi­talinum í Keyp­mannahavn. Hetta var eitt serligt sjúkrahús fyri smittandi sjúklingar. Navnið kom av, at tað lá oman móti Oyrasundi.
Á jólum var hann sloppin úr seingini til jólatræið á sjúkra­hús­in­um. Men tað sást á skriftini í bræv­inum, hann skrivaði heim, at hann mundi hava høgan fepur.
Seinast í januar var tað okkum greitt, at Johan ikki fór at koma fyri seg. Hann hevði fleiri ferðir sagt, at honum longdist eftir mammu. Vit blivu samd um, at vit skuldu eftirlíka hansara ynski at síggja mammu aftur. Tískil varð avgjørt, at hon skuldi fara niður til Danmarkar við einum av skipunum hjá DFDS.
Tað var ein rættilig fyritøka hjá mammu at fara. Hon hevði ikki verið av landinum fyrr, og hon var eins og pápi bangin fyri at vera á sjónum. Eisini var kavbátakríggj við tess vandum. Tað bøtti ikki um.
Mamma vildi, at okkara sonur skuldi doypast, áðrenn hon fór avstað, og at hann skuldi kallast Johan eftir beiggja mínum og Frits eftir systkinabarni mínum Fridu, sum stutt frammanundan var deyð av tuberklum.
Barnadópurin var so, men veitsla kundi ikki vera talan um, hesum loyvdu umstøðurnar ikki.

Fekk sagt farvæl við sonin
Mamma kom til Keypmannahavnar sama dag, sum Johan doyði. Tey bæði fingu í deyðans stund tosað um tað, sum bert ein mamma og hennara barn kunnu hava síná­millum.
Vit fingu deyðsboðini í fjarriti. Hóast boðini ikki komu óvart, so vóru hetta kortini tung boð at fáa.
Sum so mong onnur ung var Johan farin burtur móti viljanum hjá pápa. Hann føldi karmarnar vera ov trongar heima, og hann ynskti eisini at læra nakað. Tí kom hann á handilsskúlan Købmandshvile i Rungsted á Sælandi, har nógvir føroyingar hava verið.
Aftaná eitt vetrarskeið fekk hann pláss í eini keypssamtøku. Johan leigaði eitt bíligt og kanska vánaligt kamar, ráðini vóru ikki til meira, og maturin var kanska heldur ikki ov góður. Kanska hevur hann ikki verið væl fyri og gjørdist tí lættari sjúkur.
Pápi goymdi trý brøv, sum hann fekk frá Johan.
Í tí fyrsta skrivar hann, at hann hevur fingið innbjóðing frá einum vini at koma at vitja seg á Broholm á Fyn, tá ið hann gjørdist frískur aftur.
Johan hevði teknað eina lívs­trygg­ing, áðrenn hann gjørdist sjúk­ur. Hetta merkir, at hann hev­ur verið ein umhugsin ungur drongur.
Brævið endar við hesi fittu heils­an:
Gud være med eder, han holde sin Haand over Eder og hjælpe Eder.
De kærligste hilsener fra Johan

Tann 16. november skrivar hann aft­ur. Nú hevur hann verið sjey vikur á sjúkrahúsinum. Hann hevur gott mót. Hann følir seg væl, og læknin hevur lovað honum at sleppa upp vikuna aftaná.
Johan hevur havt vitjan av eini mostur. Eisini hevði amtmaðurin (Rytter var amtmaður tá) vitjað hann, og hann lovaði at heilsa okkum. Amtmaðurin var sera fittur. Hann bjóðaði eisini Johan pening, um honum tørvaði, men tað gjørdi hann ikki. Á sjúkrahúsinum hevði hann jú ongar útreiðslur.
Amtmaðurin hevði eisini tosað við læknan um at fáa Johan heim til Føroya, men hesin helt, at tað var best fyri Johan, at hann bleiv har fyri veturin.
Ì triðja og seinasta brævinum, skrivað eftir jól, gongur verri. Fepurin kom upp á 40 stig og hevði annars verið uppi á 40.8. Hetta var ringt tekin.
Mamma og pápi skrivaðu eisini til Johan, hvørja ferð fartur var.
Mamma fekk so hildið í hondina á Johan, tá ið hann doyði. Tað varð avgjørt, at mamma skuldi hava líkið heim við sær við Tjaldrinum, so Johan kundi jarðast í Føroyum.
Ferðin heim gekk væl. Hóast hetta var syrgiligt, so var tað gott hjá mammu at hava verið hjá Johan, tá ið hann doyði.
Johan varð jarðaður 21. mars 1918, hann gjørdist bert 22 ára gamal. Jarðarferðin var frá heiminum, og tey vóru mong, sum sýndu okkum samkenslu. Vit fingu skipað fyri, at Johan fekk eina grøv í gamla kirkjugarði í Havn, har pláss vórðu avløgd til tvær gravir afturat. Tískil hvílir Johan nú millum mammu og pápa, og tey hava ein felags gravstein.
[Tað vóru fleiri ung havnarfólk, sum doyðu av sponsku sjúku ella líknandi sjúkum, um hesa tíðina. Ein var Johan Pauli, sonur Dánjal í Horni, umrøddur í røðini Hendur ið Sleptu. Hann doyði eisini niðri.
Ein annar var Egil Djurhuus, hvørs søga hevur verið í Miðvikuni. Hanna var abbasonur tann kenda Faktorin í Klaksvík Johan Christian Djurhuus. Hann lá fyrst leingi á sanatorium í Danmark og kom so heim at liggja drúgva tíð, til hann doyði í 1919. Hann skrivaði eina áhugaverda dagbók, og her skrivar hann eisini um, tá ið deyðsboðini komu av Johan í Ólastovu.
Tað er heppið, at tað hevur verið møguligt at reisa hesum ungu evna­góðu monnum eitt varandi minni við hesi skriving.]