Kristiliga Sangkórið føðingardagsferð til Onglands

Í ár eru 60 ár liðin síðani Kristiliga Sangkórið í Havn varð stovnað, og í hesum sambandi fer kórið nú á eina viku langa songferð til Onglands.

Ein konsert á ferðini verður á føroyskari guðstænastu í donsku kirkjuni í London. Hetta verður sunnudagin klokkan 14 og guðstænastan er komin í lag í samstarvi við Føroyingafelagið í London.

Ein av mannligu limunum í Kristiliga Sangkórinum, Heri Joensen, sóknarprestur í Havn, fer at prædika hendan dagin, og harumframt fer Hanus Joensen, ið stjórnar Kristiliga Sangkórinum, at hava urgufylgispælið undir guðstænastuni.

Dagin eftir gongur leiðin til kenda víkingabýin, York, í Norðuronglandi, har kórið fer at syngja í Sct. Helen’s Church.

Hetta verður týsdagin 11. juni klokkan 13.

Á báðum konsertunum fara tey at verða í føroyskum klæðum

Annars hevur verður hátíðarhald í Føroyum í heyst

Tað var danin, Holger Borgen Lindhardt Hansen, vanliga nevndur Borgen Hansen, sum var landsgrannskoðari í Føroyum, sum tók stig til kórið í 1953. Avgerðin um stovnanina varð tikin á Sjómansheiminum í Havn, har hann og konan búðu eitt skifti, til tey fluttu í íbúð við Pedda við Steinsgøtu.

- Sum dani, ið júst var fluttur til Føroya, var kórið eitt frálíkt høvi hjá Borgen Hansen at fáa samband við føroyingar.

Hann fekk nógv vinfólk ígjøgnum Kristiliga Sangkórið, og tilknýtið til kórið hjálpti honum væl til at læra føroyska málið, hevur seinni sagt, siga tey í Kristiliga Sangkórinum

Í dag eru 30 dangarar í Kristiliga Sangkórinum og Kórleiðari er Hanus Joensen, skúlastjóri í Tórshavnar Kommunuskúla, ið hevur stjórnað kórinum síðani 1997.

Tríggir av sangarunum hava verið við alla tíðin, talan er um Emmy Hermansen, Hallgerð á Lofti og Jóhan Restorff Jacobsen. Myndina hevur Johan Johannessen tikið.