Øksarmaðurin fekk 10 ára fongsul

Vestari landsrættur dømdi í dag tann 29 ára gamli somaliumannin Muhudiin Mohamed Geele 10 ára fongsul, tí hann leyp á blaðteknaran Kurt Westergaard við einari øks fyri hálvum øðrum ári síðani. Revsingin er eitt ár longri enn tann, sum býarrætturin kom til.

Umframt fongsulsdómin skal maðurin vísast úr Danmark, tá hann hevur sitið dómin.

Ákæruvaldið hevði kravt 12 ára fongsul og útvísing. Ákærin helt, at somaliumaðurin átti at fáa somu revsing sum kekenin Lors Doukaev fekk í Keypmannahavn herfyri, men tað helt landsrætturin ikki.

Kurt Westergaard sigur við donsku fjølmiðlarnar, at hann er væl nøgdur við dómin.