Økt virksemi á keiini birtir vón

Vágur: Svenning Borg, formaður í Havnanevndini hjá Vágs kommunu, hevur góðar vónir til framtíðina, nú økt virksemi er á keiini í Vági.

Svenning Borg upplýsir fyri Suðurrás, at gongd er komið á aftur Polarfrost og eisini á saltfiskavirkinum Løðhamar. Í farnu viku vóru sostatt eini 100 fólk til arbeiðis á keiini í Vági.
Tá farmaskipið Norland seint mikukvøldið í farnu viku á fyrsta sinni kom á Vág, skipaði Havnanevndin saman við Vágs Havn fyri einari lítlari móttøku, har Norland varð ynskt góðan byrð, og vón var til eitt gott samstarv í framtíðini.
Á móttøkuni gav Havnanevndin og Vágs Havn eina gávu til Norland - eina mynd av Vágsfjørði, tikin av Moyggjartúgvu.
Umframt at farmaskip nú aftur fer at sigla regluliga á Vág, hava russisk skip eisini verið fastir gestir við djúphavnina í Vági seinastu vikurnar. Higartil hava millum 5 og 10 russisk skip verið á Vági.
-Útlitini eru góð, fyri at hetta fer at halda áfram, metir Svenning Borg, formaður í Havnanevndini.