Kuba letur meira upp fyri marknaðarbúskapi

Kuba letur nú meira upp fyri privatum vinnulívi í eini roynd at fáa útlendskar íløgur og ferðafólk til kreppurakta landið.

Næmingar í Kuba á fyrsta skúladegi eftir summarfrítíðina týsdagin. Kuba er rakt av eini álvarsligari búskaparkreppu, og stjórnin roynir nú við nýggjum marknaðarbúskaparligum reformum at fáa fleiri útlendskar íløgur til landið. (Savnsmynd) Mynd: Norlys Perez/Reuters

Kubanska stjórnin kunngjørdi í gjár nýggjar reglur, sum skulu draga fleiri útlendskar íløgur, meira handil og fleiri ferðafólk til karibisku oynna.

 

Tað skrivar Reuters.

 

Talan er um 34 síður við nýggjum reglum og lógarbroytingum, sum millum annað skulu gera tað lættari hjá bæði útlendskum og kubanskum íleggjarum at fáa atgongd til arbeiðsmegi og fastogn.

 

Kuba er í eini djúpari búskaparkreppu. Amerikonsku revsitiltøkini eru herd, streymurin fer javnan, og kubanska stjórnin hevur í nógv ár verið afturhaldin við at loyva marknaðarbúskaparligum nýskipanum.

 

Oscar Pérez-Oliva Fraga, kubanskur uttanríkishandilsráðharri, viðgongur, at støðan er trupul, og at tað er torført at fáa útlendskar íleggjarar til Kuba.

 

Men sambært honum skulu nýggju reglurnar vísa eina nýggja kós. Stjórnin fer at gera skipanina smidligari, stytta málsviðgerðartíðina og minka um skrivstovuveldið.

 

Ein týðandi broyting er, at privatar fyritøkur ikki longur noyðast at seta fólk í starv gjøgnum almennar arbeiðsmiðlanir. Nú kunnu fyritøkurnar sjálvar seta fólk í starv og siga teimum úr starvi uttan uppílegging frá statinum.

 

Eisini verða reglurnar fyri bankakontur uttanlands linkaðar. Felagsfyritøkur og kubanskir íleggjarar, sum reka uttanlandshandil, hava higartil skulað fingið góðkenning frá stjórnini fyri at stovna konto í útlendskum banka. Nú verður nóg mikið at boða myndugleikunum frá.

 

Ferðavinnan verður eisini latin meira upp fyri privatum virksemi. Privatar fyritøkur sleppa nú at reka ferðaskrivstovur, og sjálvstøðug vinnurekandi kunnu arbeiða sum ferðaleiðarar.

 

Reuters lýsir hetta sum stórar broytingar í eini vinnu, sum higartil hevur verið nærum fullkomiliga stýrd av kubanska statinum.

 

Nýggju reglurnar koma afturat einum søguligum nýskipanarpakka við 176 broytingum, sum varð kunngjørdur í juni. Sambært Reuters er talan um størstu einstøku broytingina av sosialistisku búskaparskipanini í Kuba síðani kollveltingina hjá Fidel Castro í 1959.

 

Broytingarnar koma eisini eftir trýsti úr USA. Stjórnin hjá amerikanska forsetanum Donald Trump hevur kravt marknaðarbúskaparligar nýskipanir í Kuba. Hóast Kuba nú hevur boðað frá fleiri slíkum broytingum, eru samráðingarnar millum londini steðgaðar upp seinastu mánaðirnar.

 

Næmingar í Kuba á fyrsta skúladegi eftir summarfrítíðina týsdagin. Kuba er rakt av eini álvarsligari búskaparkreppu, og stjórnin roynir nú við nýggjum marknaðarbúskaparligum reformum at fáa fleiri útlendskar íløgur til landið. (Savnsmynd) Mynd: Norlys Perez/Reuters