Kunnu nú bíleggja tíð til koronu-koppseting

Fyribils verður koppsett á apotekunum á sjúkrahúsunum og hjá kommunulæknanum

Nú bert til at bíleggja tíð til at verða koppsett fyri koronu. Myndugleikarnir vænta, at korona fer at ganga aftur av álvara í heyst og í vetur og tí verður mælt til, at nakrir samfelagsbólkar lata seg koppseta. Samstundis er kunngerðin lýst í dag, har tað verður staðfest, at koppsetingin er ókeypis. Koppsett verður á teimum trimum sjúkrahúsunum, hjá kommunulæknanum og á apotekunum kring landið. Men tað stendur í kunngerðini, at tað ber eisini til at skipa fyri koppsetingum aðrastaðni.

 

Endamálið við koppsetingini nú í heyst er at byrgja fyri, at fólk verða illa sjúk og verða løgd inn á sjúkrahús - og at fólk, sum eru í serligum vandabólkum, fara at doyggja av koronu. Her verður serliga hugsað um tey eldru, og tey, sum tola serliga lítið av. ­

 

Endamálið við at bjóða nøkrum samfelagsbólkum, at verða koppsett eina ferð afturat, er at styrkja immunverjuna. Endamálið er ikki at byrgja fyri koronusmittu, og tí stendur tað ikki fólkum yngri enn 50 ár í løtuni í boði at verða koppsett í heyst.

 

– Á tann hátt royna vit at sleppa undan, at heilsuverkið verður ovbyrjað, og at tað aftur verður neyðugt at seta serligar avmarkingar í verk í samfelagnum, sigur Heilsuverkið.

 

Sum heild eru fólk undir 50 ár ikki í serliga stórum vanda fyri at verða illa sjúk av koronu. Harumframt eru fólk undir 50 væl vard fyri at verða illa sjúk, tí rættiliga nógv av teimum eru longu koppset, og nógv hava eisini longu havt koronu. Tí er mótstøðuførið í tí partinum av fólkinum, gott, sigur Heilsuverkið.

 

Fyribils eru ætlanir um, at fólk, sum eru 50 ár, og eldri, fáa tilboð um at verða koppsett fyri koronu í heyst. Tað skulu vera minst tríggir mánaðir síðani at fólk vórðu koppsett seinast.

 

Men framvegis verður koppseting eisini eitt tilboð til tey, sum eru undir 50 ár, og sum eru serliga veik. Her verður hugsað um fólk við nógv skerdari immunverju, og har læknin mælir teimum til at verða koppsett. Í Føroyum fylgja vit tilmælunum frá danska heilsustýrinum, sum mælir til, at hesir bólkar eigur at fáa tilboð um at verða koppsett í heyst fyri at styrkja mótstøðuførið.

 

Men tey, sum eru undir 50 ár, og sum enn ikki eru koppsett, hava framvegis møguleikan at verða koppsett, sigur heilsuverkið.

 

Danska Heilsustýrið mælir nevniliga framvegis til, at fólk, sum als ikki eru koppsett, verða koppsett sjálvt um tey eisini eru undir 50 ár, tí annars er ein ávísur vandi fyri at fólk verða illa sjúk.

 

Eldri fólk eru, størri er vandin fyri at verða illa sjúk av koronu. Tí eru tað helst fólk frá umleið 40 árum, sum fara at fáa størsta gagn av at verða koppsett. Men yngri fólk kunnu eisini fáa gagn av tí, serlig tey, sum eru í vandabólkum  av ovurfiti ella tí at tey hava eina varandi sjúku.

 

Sum heild eru tað fólk yvir 18 ár, sum verða koppsett. Tað er ógvuliga sjáldan, at børn og ung verða illa sjúk av omikron- variantinum koronu, sum er tann varianturin, sum gongur nú. Tí fáa børn og ung ímillum fimm og 17 ár ikki longur tilboð um at verða koppsett, uttan eftur eini ítøkiligari læknaligari meting.

 

Koppingarevnið, sum verður brúkt, er sama koppingarevnið frá Pfizer, sum vit hava brúkt higartil.