Kunnu nú løða átta bilar afturat

Nýggjar løðistøðir til elbilar eru settar upp á støðum, har nógv fólk samlast

Talið á elbilum veksur alla tíðina – og tað ger talið á løðistøðum eisini. Og nú er fýra løðistøðir settar upp afturat og SEV sigur, at sostatt er pláss fyri at løða bilar afturat í senn á almennum løðistøðum í Havn.

 

Tvær løðistøðir eru settar upp á parkeringsøkinum við Tórsbreyt, har nógv fólk ferðast bæði til handils, til tiltøk í Norðurlandahúsinum og, ikki minst, til at venja ávikavist á rennibreytini, í venjingarmiðstøðini, svimjihøllini, ella aðra staðni á Hálsi og í Gundadali.

 

Somuleiðis eru tvær løðistøðir settar upp í Bókbindaragøtu aftan fyri gomlu politistøðina. Hetta er eisini eitt øki, har nógv fólk kemur og fer, og harafturat eru ikki so góðir møguleikar hjá fólki, sum búgva har um vegir, at hava sína egnu løðistøð.