Bogaskjóting
Annika Vang setti nýtt føroyskt met á øllum frástøðum. Á 70 metrum fekk hon 271 stig, sum eru 13 stig fleiri enn gamla metið. Á 60 metrum fekk hon 290 stig, sum eru 14 stig fleiri enn gamla metið. Á 50 metrum fekk hon 284 stig. Tað eru 25 stig fleiri enn gamla metið, og 9 stig fleiri enn Oggjaleikametið. Á stytstu frástøðuni – 30 metrar – fekk Annika Vang 333 stig, og tað er 6 stig omanfyri Oggjaleikametið og 18 stig fleiri enn gamla føroyska metið.
Tilsamans gav hetta Anniku 1178 stig, og tað eru 6 stig fleiri enn Oyggjaleikametið, ið varð sett av Gail Reilly av Man í 2003.
Gamla føroyska metið var 1095 stig, sum Annika skeyt á Oyggjaleikunum á Rhodos í 2007.
Gomlu føroysku frástøðumetini átti Annika Vang eisini. Tó er 60 meturin undantikin, tað metið átti Annlott Rasmussen.
Í hesum sambandi er vert at nevna, at 20 ára gamla Annika Vang hevur skotið bogaskjóting í 15 ár.
Sterkt landslið
Somuleiðis skeyt Absalon Hansen nýtt føroyskt met leygardagin, tá hann skeyt seg til 1192 stig. Hetta er 1 stig meira, enn gamla metið, ið hevur staðið líka síðan 1998, tá Poul Martin Hansen fekk 1191 stig.
1192 er somuleiðis meira, enn hvat nakar megnaði at skjóta á Rhodos í 2007, tá besti skjúttin fekk 1169 stig.
Harumframt fingu seks skjúttar leygardagin persónlig met.
Tí sær út til, at Oyggjaleikaliðið hjá Føroyum, sum fer til Álands er rættiliga sterkt. Í recurve, sum Annika Vang og Absalon Hansen skjóta, sær liðið sterkari út enn nakrantíð, um Annika og Absalon halda fram við somu taktum, og ein skjútti afturat – eftir øllum at døma Hans Petur Højgaard, sum hevur verið best av restini higartil – megnar at koma eitt sindur longur upp í stigum.
Tað eru tríggir teir bestu skjúttarnir. Tveir menn og ein kvinna, ið luttaka aktivt í liðskjóting.
Í Compound hava Føroyar altíð verið sterkar á Oyggjaleikum, har serliga Schandorff Vang, Per H. Andersen, Sigrid Vang, Albert Dam og seinastu árini eisini Jógvan Niclasen hava vunnið nógv heiðursmerki.
Í ár er tó líkt til, at onkrir av ungu skjúttunum – fleiri eru um boðið – sleppa framat.
Hetta er bæði tí, at Schandorff Vang hevur tikið avgerð um at gevast á Oyggjaleikum, og tí ungu skjúttarnir hava ment seg heilt nógv.
Somuleiðis er ógreitt um Sigrid Vang fer at luttaka á Oyggjaleikunum.
Ikki endaligt
Kappingin leygardagin var næsta úttøkukappingin hjá bogaskjúttunum, og tað vísir seg, at um Sigrid Vang velur at luttaka, so hava Føroyar 8 menn og 4 kvinnur við til Oyggjaleikirnar, og tað er tað mesta, ein oyggj hevur loyvi til at hava við.
Tó er enn ikki avgjørt júst hvørjir teir átta menninir eru, tí hørð kapping er um plássini, og serliga í compoundbólkinum er líkt til, at tað ikki verður avgjørt, hvør sleppur til Oyggjaleikir fyrr enn flaggdagin, tá seinasta úttøkukappingin.
Úttøkukappingarnar í bogaskjóting eru skipaðar á tann hátt, at eitt minsta krav er til skjúttarnar, sum teir skulu megna í minst einari kapping, og síðani verða tvær tær bestu av teimum trimum kappingunum taldar.
Samlaða stigatalið yvir tvær kappingar avgerð innanhýsis kappingina ímillum skjúttarnar, ið hava megnað oyggjaleikakravið.
Til kappingina leygardagin luttóku 19 skjúttar, og 16 av teimum megnaðu kravið, hóast tað var kalt og eitt lot á Svangaskarði í morgun.