Kupongheftini komin til Føroya

Um dagarnar kom onnur útgáva av lýsingarblaðnum Mediaberg Føroya kuponghefti á gøtuna. Blaðið er eitt lýsingar- og sølublað burturav, og endamálið er sjálvsagt, at økja um søluna hjá lýsarunum.

Sveinur Tróndarson


Slík lýsingarbløð eru rættiliga nýggj á føroyska marknaðinum, men eitt nú í Danmark eru tey útkomin í nógv harrans ár. Og tað er eisini í Danmark, at upprunin til hetta blaðið skal finnast. Fyritøkan aftanfyri blaðið er donsk, men annars eigarin er føroyingur og eitur Heidi Vágsá.

Tá vit spyrja Heidi hví hon er farin undir hetta og hvagani hon hevur fingið hugskotið til blaðið sigur hon, at tað meiri at kalla var til stuttleika at hon byrjaði.

- Eg havi búð niðri í eina tíð, og tað var tá eg gjørdist arbeiðsleys, at eg fekk hugskotið. Slík bløð eru komin út her niðri í langa tíð, og eg vildi fegin royna, um tað bar til í Føroyum eisini. Samstundis fekk eg so okkurt at takast við, og tað var tað, sum eg ætlaði, sigur Heidi.

Men hvussu hava tit valt lýsingar út til blaðið?

- Vit hava í grundini ikki valt lýsingar og lýsarar út. Vit hava sent skriv til fyritøkur og tað er á tann hátt, at lýsingarnar eru komnar. Kortini hava vit gjørt av at halda eina sera greiða linju viðvíkjandi ónærisligum lýsingum. Í Danmark er ikki óvanligt, at selja ónærisligar filmir og bløð ígjøgnum kupongheftini, men tað fer ikki at vera í tí føroyska blaðnum, sigur Heidi Vágsá.

Hvør er málsetningurin við blaðnum?

- Málsetningurin við blaðnum er at geva eitt áhugavert lýsingarblað út. Vit hava avgjørt, at tað ikki skal vera ov stórt, tí annars er vandi fyri, at lýsararnir detta burturímillum. Tí hava vit avgjørt, at blaðið ikki skal vera størri enn 32 síður

Hvussu er blaðið móttikið?

- Millum lýsararnar er á-hugin stórur. Juniútgávan er bert 12 síður, men tað er tí, at tað er ikki rætta tíðin fyri slík bløð. Besta prógvið fyri tí er, at vit longu nú hava nógvar áhugaðar lýsarar til augustútgávuna. Tað halda vit er eitt gott tekin, og tað vísir eisini, at tað er áhugi fyri einum slíkum lýsingarblað, sigur Heidi.

Vita tit, hvussu nógv fyritøkurnar hava fingið burturúr tí fyrsta blaðnum?

- Vit hava sjálvandi tosað við fyritøkurnar, sum lýstu í tí fyrsta blaðnum, og tær eru væl nøgdar. Í veruleikanum ber rættiliga illa til at máta, hvussu nógv ein fær burturúr, serliga so stutta tíð eftir at blaðið er komið út fyrstu ferð. Hinvegin eru eisini fyritøkur, sum síggja hetta sum ein alternativan møguleika at lýsa upp á, og tey máta ikki ta beinleiðis søluna. Men fyritøkurnar eru nøgdar, sigur Heidi Vágsá.

Hon leggur afturat, at aftursvarini eru á leið tey somu, sum fyritøkur fáa við at vera við í donskum kupongheftum.

Prísurin fyri at lýsa í nýggja lýsingarheftinum er 5.000 krónur fyri hvørja síðu inni í blaðnum. Heidi sigur, at tey hava hugsað um at selja hálvsíðulýsingar, men enn hevur tað ikki verið neyðugt. Hon leggur afturat, at ætla kundar sær at lýsa í eitt heilt ár, so er ikki óhugsandi, at teir fáa avsláttur.e;i gjørdist meira frígjørdir í framrættaða spælinum. Annar møguleiki hevði verið, at sett Jón Róa inn fyri ein miðvallara, so HB seinastu løtuna leikti við trimum áleyparum.

Nú er altíð lætt at vera eftirklókur, men tað er nú einaferð soleiðis, at tá spælt verður í eini steypafinalu, so mást tú satsa, um tú ert aftan fyri. At tapa við einum ella tveimum málum er so fullkomulia líkamikið.


GÍ var betri

Øll henda skrivingin um, hvat HB gjørdi rætt ella skeivt, skal tó á ongan hátt skiljast sum ein niðurgering av avrikinum hjá GÍ.

Leikararnir sýndui, at hóast teir ikki spæla sama ágangandi fótbólt, sum teir fyrr hava gjørt, so vita teir framvegis hvat skal til.

Í flestum lutum vóru teir tað lítla pettið hvassari enn mótstøðumenninir, og yvirhøvur spældur teir skilabetri. Vóru umstøður til at spæla róliga niðaneftir, so varð hetta gjørt. Skuldi bólturin bara vekk, so varð hetta gjørt. Ja, yvirhøvur høvdu teir tamarhald á dystinum teir allarflestu av teimum 90 minuttunum, sum vórðu leiktir.

»GÍ er nakað heilt fyri seg« varð sungið eftir dystin, og hesum kunnu vit bara geva fegnu viðhaldsfólkunum rætt í. Liðið, sum hevur myndað toppin av føroyskum fótbólti var av mongum avskrivað, tá vit komu út í juni mánað, og hóast teir neyvan verða føroyameistarar, so hava teir enn einaferð víst, at undrið í Gøtu langt ífrá er liðugt.


Finala um løgmanssteypið

HB-GÍ 0-1 (0-1)

0-1: Óli Hansen


Reytt kort: Helgi L. Petersen, GÍ


Dómari: Suni Johansen


HB:

Báråur Johannesen ? Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Símun Eliasen, Janus Joensen ? Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Rói Árting, Pætur Dahl ? Bárður Mortansson, Andrew av Fløtum


GÍ:

Sunnvard Joensen ? Pól Ennigarð, Bartal Eliasen, Martin Thomsen ? Leivur Hansen, Magni Jarnskor, Pauli Jarnskor, Helgi L. Petersen, Henning Jarnskor ? Óli Hansen, Súni Olsenm