Kurt Mørkøre skorar fyri seg

Fótbóltur: Topskjúttin hevur skorað 29 mál síðani fjørsummar

Tað hevur gingið sera væl hjá Kurti Mørkøre at gera mál í landskappingini bæði aftaná summanstegðin í fjør og í ár.

Í teimum sekstan dystunum, klaksvíkingurin hevur spælt síðan fjørsummar, eydnaðist honum at skora ikki færri enn 29 mál. Í bert tveimum av øllum hesum dystunum megnaði Kurt ikki at sleppa á málsjúttaratalvuna.

Tað var í august í fjør í 2-3 tapinum ímóti B36 í Gundadali, tá ið Kurt ikki byrjaði inni, men kom inn í 2. hálvleiki, og eisini í málleysa dystinum í 3. umfari í ár, tá HB-arar vitjaðu í Klaksvík.

Um fyrrverandi landsliðsleikarin heldur fram á sama hátt eftir summarsteðgin, so kann hann hugsa sær um at sláa málskorarametið í einari landskapping, sum teir báðir Súni Fríði Johannesen og Uni Arge eiga.

Nógv minnast enn tey fralíku málskoraraávrikini hjá Súna Fríða og Una ávikavíst í 1995 og 1997, tá teir fingu hvør síni 24 mál. Eftir níggju umfør hevði táverandi toftamaðurin Súni Fríði Johannesen eitt mál færri (ellivu), meðan HB-arin Uni Arge hevði sama talið av málunum, sum Kurt Mørkøre hevur í løtuni, nevniliga tólv.

Og Kurt misti dystin í 5. umfari orsakað av leikbanni eftir trý gul kort (klaksvíkingurun plagar at teljast millum teir fremstu ikki bara á málskjúttaralistanum!).

Um Kurt megnar at halda sítt støði til kappingarárið er liðugt og samstundis sleppur undan nýggjum leikbannum, verður tað ikki ógjørligt, at hann setur eitt nýtt málskoraramet - fjórðingshundrað ella enntá fleiri mál hjá einum einstakligum spælara í einum ári!