Kvøða til Sólborg Dulavík

Eg og mong við mær kenna okkum á rillandi grund, nú tú leggur frá tær.

 

Eg og mong við mær kenna okkum á rillandi grund, nú tú leggur frá tær.

Mær kemur í hug eina gamla søgu um eitt ljós ið skein bjart fyri øllum, uttan sær sjálvum, tí tað stóð í stakanum.

Veitst tú av, at meginmálið við lívinum er ikki einaferð at blíva eitt stórt og gott menniskja, men at vera tað. Hetta skoðsmál skalt tú hava frá mær og mongum øðrum.

Tú hevur verið hin signandi hondin í tí bláa húsinum í mong ár og eg unni tær hjartaliga at tú fær eitt sindur meiri ró í framtíðini, men kenni eg teg rætt, so er hjarta títt eins brennandi, hvat tú so enn kemur at takast við, aftaná hetta starv sum tú nú leggur frá tær.

Í Lynggøtu arbeiddi tú í sonnum kristnum anda, sum mong hava kent fløgan av. Sjálvur Kristus segði ongantíð »Eg skel einaferð blíva« nei Hann var og er, til alla tíð hin sami, og sum skrivað er »Sama sinnalag veri í tykkum«.

Aldri havi kent fordøming har tú var, ei heldur vanvirðing.

Aldri havi eg hoyrt teg nevnt orðið tapara, men hvat skal ein vinnari gera, um ongin tapari er?

Men her er talan um mannalív og lagnir sum fá kunnu ímynda sær.

Hetta var títt lív í Lynggøtu og hetta verður helst eisini títt lív í framtíðini.

Takk er eitt so lítið orð, men tó so stórt, at tað aldri kann verða sagt í fullari rúmd.

Takk Sólborg og Jesus fylgi tær, sum altíð var tín heilsan.

Takk.

?????????

Róland