Kvívík hevur ongan sløkkiliðsbil havt í hálvt annað ár. Men nú er ein spildurnýggjur bilur komin til bygdina, sum skal brúkast til at sløkkja eldar í kommununi.
? Hetta er ein sløkkiliðsbilur, sum vit hava bílagt í sambandi við eldsløkking í kommununi, og nú tunnilin einaferð fer at koma, sigur Heini Holm, borgarstjóri í Kvívík.
Í hálvt annað ár hevur bygdin ongan sløkkiliðsbil havt, og áðrenn tað var eitt ellisakfar, sum var 33 ára gamalt. Tað varð selt til ein savnara.
Hesin nýggi bilurin tekur 2000 litrar av vatni, og væntar borgarstjórin, at nú fer at bera til at nøkta tørvin í kommununi.
Reyði sløkkiliðsbilurin kostaði um 1,3 milliónir krónir, upplýsir Heini Holm, og hetta verður fíggjað ígjøgnum raksturin.