HÁTÍÐARHALD
Turið Kjølbro
Í ár eru 100 ár síðani ein av okkara merkismonnum J. P. Gregoriussen ella Jóan Petur uppi í Trøð sum hann varð nevndur á mannamunni andaðist. Í hesum sambandi skipa kvívíkingar og skyldfólk hansara fyri hátíðarhaldi, fólkafundi og myndaframsýning í Kvívík annan hvítusunnudag. Byrjað verður við gudstænastu, har Marjun Bæk prædikar. Klokkan 13.30 letur myndaframsýning upp í Glæmuni við myndum, sum Jóan Petur uppi í Trøð hevur tikið av fólki, bygda- og landslagi í Kvívík.
- Hann tók eina ørgrynnu av myndum seinnu árini, hann livdi, og tað hevur eydnast at viðgjørt hesar við nýtímans tøkni soleiðis at tær í dag eru rættiliga góðar, sigur Heini Holm, borgarstjóri í Kvívík.
- Tað var rættiliga sjáldsamt tá á døgum, at fólk tóku myndir. Men Jóan Petur uppi í Trøð legði eftir seg eitt stórt og forkunnugt savn av myndum, sigur J.P. Gregoriussen, bróðursonur Jóan Petur uppi í Trøð og stigtakari til hátíðarhaldið.
Fyri hálvt hundrað árum síðani reistu fólk minnisvarða yvir Jóan Petur uppi í Trøð, sum Janus Kamban hevur gjørt, og á hesum staði verður skipað fyri fólkafundi kl. 15.00. Heini Holm býður vælkomin, Eyðun Andreasen, fólkalívsfrøðingur sigur nøkur orð um skaldskapin hjá Jóan Peturi, og Jógvan Durhuus og Høgni Hoydal halda røðu. Eisini fer Jákup Pauli Nielsen, skyldmaður Jóan Petur, at røða um ættina hjá Jóan Peturi uppi í Trøð. Um kvøldið verður føroyskur dansur, sum Norðstreymoyar Dansifelag skipar fyri.
Jóan Petur uppi í Trøð var føddur í Kvívík 1. juni 1845. Tíðliga sást, at hann hevði góð evni, ógvuliga næmur var hann og hevði sera góðan hug at lesa. Hann las alt hann fekk hendur á, skrivar M. A. Jacobsen í formæli í bókini við yrkingum eftir Jóan Petur uppi í Trøð. Nógvi lesnaðurin og góða sambandið við V. U. Hammershaimb, ið var prestur í Kvívík og vinmaður pápa Jóan Peturs, tendraði í sál hansara ein alskur til føroyskt mál og mentunarlív. Tjóðskaparmaður var hann um ein háls og íðin limur í Føringafelag.
- Jóan Petur var nógvar túrar í Kirkjubø saman við pápa sínum, gamla Grækarisi, og haðani hevur hann fingið íblástur. Hann fóðraði tjóðskaparrørsluna við sangum, og boðskapurin í teim flestu sangunum er at fáa føroyska málið til sín rætt, sigur J.P. Gregoriussen.
Sum ungur var Jóan Petur nakrar túrar til skips. Eitt sindur av jørð átti hann, frálíkur træ-, jarn- og bátasmiður var hann eisini, og eftir at hava roynt sjólívið, var hann verandi í Kvívík.
- Hann var ein framúr handverkari. Dreyilagið, hann brúkti, er framvegis til. Hann hevur gjørt tvey arbeiði í Sørvágs kirkju, eitt nú knapparnar, sum eru á stólunum. Eisini hevur hann gjørt fittar barnastólar, greiðir J. P. Gregoriussen frá.
Tókst hann ikki við handaligt arbeiði, sat hann inni og las og skrivaði. Í seinnu helvt av 19. øld tóku fólk stig til at gera eina bók um føroyska landalæru, sum ongantíð kom út á prenti. Jóan Petur uppi í Trøð skrivaði um Norðstreymoy á føroyskum. Hinir partarnir vórðu skrivaðir á donskum. Greinir skrivaði hann til føroysk bløð, og í holt fór hann at yrkja, kvæði og fosturlandssangir, sum hann sendi Fuglaframa og Føringatíðindi. Nógvar sangir yrkti hann til fólkafundir, kendasti er uttan iva ?Við Kaspiska havið?. Av táttum og kvæðum kunnu vit nevna ?Gentukæti? og ?Waagen? og ?Tróndur og Sigmundur á Havnartingi. Eisini yrkti hann føroysku brúðarvísuna. Hann tókst eisini við annað bókmentaligt arbeiði og týddi nógv úr øðrum málum. Meginparturin, hann hevur yrkt, er savnað í ?Yrkingar?, ið felagið Varðin gav út í 1928.
Samtíðin hevði ikki stóra virðing fyri fólki, ið hevði góðan hug til lesnað og fyri andligum gripum. Alt, ið ikki var beinleiðis til nyttu, var vanvirt. Tí hildu samtíðarfólk hansara ikki nógv um skriving hansara og áhaldandi stríð hansara fyri føroyska málinum.
- Kvívíkingar eru ernir av honum í dag, og børnini í Kvívík vita, hvør hann var, sigur Heini Holm.
Heilsuveikur skrivaði Jóan Petur uppi í Trøð hetta ørindið, sum hann sendi Fuglaframa stutt áðrenn hann doyði: ?Jóan heilsar tykkum øllum somlum, dreingjum, gentum, ungum monnum, gomlum. Hann sjálvur heima liggur, tað fellur honum tungt, hann pennin bara tyggur, men blóðið rennur ungt. Føroya mál fáið upp at liva! Føroya mál biðji eg øll skriva. Føroyamál!?
Jóan Petur uppi í Trøð giftist í 1873 við Jóhonnu, ættað úr Kvívík. Hon doyði í 1895, tey áttu eingi børn. Jóan Petur andaðist í 1901, bert 56 ára gamal.