Kórið Suð hitar nú upp til gospelkonsertir, sum kórið fer at hava í oktober mánaði. Suð skal hava konsertir í Klaksvík, Runavík og Havn dagarnar 3. til 5. oktober.
Kórið hevur innspælt kenda gospelsangin »Down By The Riverside« og hevur gjørt video til lagið.
Kórsangurin er upptikin av Mikkjal Hvannastein í Studio Mike í Klaksvík, og upptøkurnar av tónleikinum eru gjørdar í Studio Mike og øðrum studio.
Teir, sum spæla á sanginum, eru Magni Husgaard, Mikkjal Hvannastein, Eyðun Johannesen, Tórður Dam Jacobsen. Hans Poulsen hevur ljóðblandað og mastrað. Steinvør Fonn syngur fyri.
Raclip hevur filmað og sett video saman.
##med2##

Kvinnukór gjørt videolag

