- Fiskimenn eru vanliga friðaligir, men nú hildu vit, at vit máttu tala at.
Tað sigur Jóhan Eli L. Poulsen, skipari hjá Faroe Origin, ið var møttur uppá til mótmælistiltakið í Havn í dag.
Hann sigur seg vænta, at tað var torført at meta um hvørt mótmæli fór at broyta nakað, men heilt vónleysur var hann tó ikki.
- Vónandi fáa fleiri eyguni upp nú tey síggja hvussu nógv eru komin saman í dag, sigur Jóhan Eli. L. Poulsen.