Kyksilvur í bleikju vaksið

Í hesum døgum er stór ráðstevna í Keypmannahavn, har Umhvørvisstovan luttekur við kanningarúrslitum, sum vísa vaksandi kyksilvurinnihald í bleikju.

Bleikja úr vatninum við Mýrarnar omanfyri Vestmanna er kannað fyri dálkingarevnir síðan 2000. Úrslitini vísa, at kyksilvurinnihaldið í bleikju er vaksið hesi árini.

Bleikjurnar á Mýrunum eru í eini byrging og hava tí ikki atgongd til onnur øki, so tey dálkingarevni, sum verða funnin, koma úr vatnveitingarøkinum har, ella tí, sum verður ført hagar við vindi og regni. Sostatt kann innihaldið í bleikju siga nakað um, hvussu nógv luftborin dálking, sum td. kyksilvur, verður førd til Føroya.

Spurningurin er, um tað vaksandi kyksilvurinnihaldið í bleikju er eitt úrslit av, at størri nøgdir av kyksilvuri verða førdar til Føroya við luftini, ella um aðrar orsøkir kunnu vera til hækkingina.

Vaksandi hiti, orsakað av veðurlagsbroytingum, kann elva til hægri kyksilvurdálking, til dømis við øktari frígeving og umgerðing av kyksilvuri, sum longu er í lendinum.

Hesum boðar Umhvørvisstovan frá í dag.