Manshondbóltur
Hóast eitt heldur misjavnt kappingarár, har upp- og niðurtúrarnir hava verið nógvir, hevur Kyndil í øllum førum fingið eitt gullmerki burturúr, tá teir vunnu steypafinaluna herfyri.
Kanska var steypasigurin júst tað, sum teir grønu úr Havn høvdu tørv á, tí í øllum førum hava teir síðani hetta klintrað upp móti triðja plássinum á talvuni við fullari ferð.
Sunnudagin vitjaði Kyndil í Runavík, og har komu enn tvey stig á kontina, soleiðis at teir nú eru ájavnir grannunum úr Neistanum á triðja plássinum.
Átta á rað avgjørdu
Tað var tó ikki so, at Kyndil hevði lætt spæla alla tíðina í Runavík. Tvørtur ímóti, so var tað Tjaldur, sum tóktist greitt omaná, tá dysturin var hálvrunnin. Liðini høvdu annars fylgst allan fyrra hálvleik, men seinstu fimm minuttirnar tóktist alt at skrædna hjá Kyndli, og við seks málum á rað struku heimamenninir avstað.
Tí var setningurin hjá Kyndli greiður eftir steðgin, men tað var givið, at fortreytirnar til hetta ikki vóru av teimum bestu. Liðið var nakað skert, nú bæði Heini Bendtsen og Regin Johannesen vóru úti við skaða ? Heini verður kanska ikki við aftur í ár. Hóast hesir kanska ikki hava talst millum størstu nøvnini á liðnum, so hevur serliga Heini markerað seg væl eftir jólasteðgin, og tað er ikki minst skoringum hansara av veinginum at takka, at Kyndil seinastur dystirnar hevur havt somikið góða breidd í álopsspælinum.
Leingi sá eisini út til, at tað skuldi gerast sera striltið hjá Kyndli, men brádliga slerdu teir grønu turbona til. Átta mál á rað innan átta minuttir settu líka sum allan iva til viks, og so ráddi bara um at halda fast.
Tað gjørdu teir grønu eisini uttan stórvegis hóvasták. Hóast Tjaldur royndi at seta ferðina upp, so megnaðu teir ongan tíð at skapa spenning í aftur dystin, og gestirnir kundu sostatt fara aftur til Havnar við tveimum stigum.
Bronsan er nær
Stigini førdu við sær, at Kyndil nú hevur vunnið seg ájavnt grannunum úr Neistanum, sum hinvegin tykjast vera steðgaðir fullkomuliga upp. Júst Neistin er næsta mótstøðuliðið hjá Kyndli, sum soleiðis hevur møguleikan at skrykkja seg mest sum leyst í oddinum, áðrenn verjandi meistararnir úr VÍF standa fyri framman annað vikuskiftið.
Tjaldur er hinvegin framvegis einsamalt í botninum, og sum støðan er í løtuni, so tykist fjarstøðan til ovaru liðini bara at vaksa. Niðurflyting er tó framvegis ikki aktuel, men eftir upptúrin, sum liðið hevði í endaspælinum í fjør man tað kortini kennast nakað hugstoytt, at liðið aftur í ár hevur lagt seg niður á botnin á talvuni.
Dysturin í tølum
Tjaldur-Kyndil 27-32 (16-13)
Málskjúttar:
Tjaldur: Dragisa Stojovic 8, Mortan Hansen 6, Zoran Sarcevic 5(1), Arnfinn Langgaard 3, Ken Bærendsen 3, Áki Hansen 1, Kári Hansen 1
Kyndil: Finnur Hansson 7(1), Ken Zachariasen 6, Jacob Jónsson 5, Høgni Klein 5, Hans Áki Dal-Christiansen 5, Janus Einar Sørensen 3, Leif Mikkelen 1
Brotskøst: Tjaldur 4, Kyndil 2
Útvísingar: Tjaldur 2, Kyndil 3
Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen & Sámal Hansen.