Tá ið hesin sunnudagurin er liðin eru flestu liðini komin í helvt við teir 18 dystirnar í grundspælinum í Okkaradeildini, og nú byrja liðini at hava skund at staðfesta seg í kappingini um tey fýra fremstu plássini, ið geva atgongd til endaspælið.
Dagsins dystir eru hesir:
Klokkan 16.00: Kyndil - H71 í Høllini á Hálsi (FM1 sigur frá)
Klokkan 16.00: VÍF - KÍF í Høllini í Vestmanna
Klokkan 20.00 Neistin - StÍF í Høllini á Hálsi
Størstan skund av øllum hevur Kyndil. Kyndilsmenn munnu vera vónbrotnir um úrtøkuna higartil, men tað er ikki nógv, ið talar fyri at hon skal gerast frægari í dag ímóti H71.
Bæði Kyndil og H71 hava havt fittan steðg frá dystum. Ávikavist 11 og 14 dagar. Seinast kendu kyndilsfólk stóran sakn í høgra bakkinum, Anders Risdal, ið tey mugu vóna verður til reiðar at gera mun í dag, um tað skal eydnast at kløkka oddaliðið.
H71 hevur eisini verið nakað skert seinastu dystirnar - spurningurin tykist altíð at vera um Hilmar Leon Jakobsen er birgur, samstundis sum Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur drigist við skaðar og sjúku. Spurningurin í dag er, um hesin steðgurin man hava gjørt H71-hópin enn breiðari til dystin ímóti Kyndli.
Sí eisini:
Rógvi aftur mist tonnina: - Eg havi smíligebiss
Innanhýsis dystir:
H71 – Kyndil 28-23 | |
Okkaradeildin: 28/09/19 | |
Málskjúttar H71 | |
Leivur Mortensen | 7 |
Vilhelm Poulsen | 5 |
Peter Krogh | 5 |
Rúni Vest Højgaard | 3 |
Pauli Mittún | 3 |
Pætur Thomsen | 2 |
Pætur Mikkjalsson | 2 |
Bogi Hansen | 1 |
Málskjúttar Kyndils | |
Anders Risdal | 5 |
Rógvi Dal Christiansen | 5 |
Janus Jakobsen | 3 |
Kristoffur Bjørgvin | 3 |
John í Innistovu | 2 |
Tummas Pauli Hanusarson | 2 |
Hjalti Mohr Jacobsen | 2 |
Jóni G. Viderø | 1 |
Støðan í Okkaradeildini áðrenn dagsins dystir
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | H71 | 7 | 207 | 165 | 42 | 12 |
2 | StÍF | 8 | 226 | 220 | 6 | 11 |
3 | VÍF | 8 | 227 | 211 | 16 | 10 |
4 | KÍF | 8 | 222 | 204 | 18 | 9 |
5 | Neistin | 8 | 208 | 195 | 13 | 8 |
6 | Kyndil | 7 | 182 | 192 | -10 | 4 |
7 | Team Klaksvík | 8 | 179 | 264 | -85 | 0 |