Manshondbóltur
Seinastu vikurnar hevur verið langt ímillum glottarnar hjá Kyndli. Mansliðið, sum eitt skifti var heilt frammi í oddinum á stigatalvuni hevur staðið seg illa síðani greiða tapið í Vestmanna fyri góðum mánaði síðani. Ein glotti var kanska at hóma, tá tað gjørdist til javnleik móti VÍF seinatsa vikuskifti, og nú tykist Kyndil hava fingið ferð á aftur.
Rokut og javnt
Leygardagin leiktu teir grannauppgerð móti H71, hóast talan heldur ikki hesa ferð gjørdist um ta stóru leikligu upplivingina í einum grannadysti, so eydnaðist Kyndli at toga ein tepran sigur heim.
Fyri tað nógva, so var tó líkt til, at hoyvíkingarnir skuldu gera meira enn bara at arga mótstøðumenninar, og tað var ikki fyrr enn í seinastu minuttunum, at munur veruliga kom ímillum liðini.
Fram til tá hevði fyrst og fremst Halgir Dahl Olesen hildið hoyvíkingunum inni í dystinum við sínum mongu málum, men í seinasta enda mátti eisini hann boyggja seg. Eini grannauppgerð so líkt, so gjørdist talan í løtum um rættiliga harðligt spæl, og serliga vóru tað hoyvíkingarnir, sum høvdu hug at ilskast. Seinastu løtuna vóru teir enntá bert tríggir útileikarar á vøllinum, men hetta sigur helst meira um, hvussu nógva orku teir høvdu lagt í dystin fram til tá. Orka, sum í seinasta enda var nyttuleys, tí stig fingu teir so eingi afturfyri.
Við sigrinum syrgdi Kyndil fyri, at teir framvegis hava møguleikan at krøkja seg í oddin áðrenn farið verður í holt við endaspælið, men hetta krevur so, at stig fáast burtur úr teimum báðum seinastu dystunum, sum eru ímóti ávíkaviust Neistanum og StÍF.
Dysturin í tølum
H71-Kyndil 25-28 (14-14)
Málskjúttar:
H71: Halgir Dahl Olsen 13, Niels Viggo Niclasen 5, Tróndur Vatnhamar 3(1), Bárður Brimvík 1, Jákup á Borg 1, Johnny Durhuus 1, Høgni M. Joensen
Kyndil: Hans Áki Dal-Christiansen 9(4), Jacob Jónsson 8(1), Jónleif Sólsker 4, Høgni Klein 3, Heini Bendtsen 2, Janus Einar Sørensen 1, Regin Johannesen 1
Brotskøst: H71 2, Kyndil 5
Útvísingar: H71 11, Kyndil 3
Diskvalifikatiónir: H71 2 (báðar 3X2 minuttir)
Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen & Sámal Hansen.